Tríggir luttakarar vóru við í hesum umfarinum: Ottar Skottar, Brynjálvur og DJ Estevez.
Eftir at hesir høvdu víst kynstur síni á pallinum, var atkvøðugreiðsla millum áskoðaranar. Hesar atkvøður vóru lagdar atfurat teimum hjá dómarunum. Dómararnir kundu gevu upp til 100 stig til hvønn luttakara: upp til 25 stig fyri ljóðstýring, upp til 25 stig fyri tónleikaval og ljóðbland, upp til 25 stig fyri mikrofon/framførslu og upp til 25 stig fyri heildina. Atkvøðurnar frá áskoðarunum vóru umroknaðar til hesa stigskipan og taldu sum ein dómari, umframt atkvøðurnar frá teim fýra dómarum.
Tá avtornaði var greitt, at DJ Estevez gjørdist nr 1, Ottar Skottar nr 2 og Brynjálvur nr 3.
Sostatt skulu DJ Estevez og Ottar Skottar umboða Streymoynna í finaluni um Ársins DJ 2001.
Næsta umfar í kappingini varð í Bygdarhúsinum á Strondum nú leygarkvøldið. Hini innleiðandi umførini verða: Lognbrá 11. nov, Miðvágur 18. nov og TB-Húsið 25. nov.
Finalan um Ársins DJ 2001 verður í Badmintonhøllini í Havn um mánaðarskiftið jan./feb. 2001.
Enn er møguleiki at boða frá luttøku í kappingini á tlf 322300, 225162, ella send ein e-mail til: [email protected]