Ársins dystur

Einki er at ivast í, hvar størsti áhugin er sunnudagin. Slagið um Havnina er slagið um gullið. Hvørki meira ella minni

Gullbrakið

Fyri nógv er kanska bara talan um eitt vanligt hóskvøld seinast í september mánaði. Eitt septemberkvøld sum av álvara boðar frá, at heystið nú er ávegis. Talan er kanska ikki um tann nógva vindin, men kuldin boðar frá, at summarið er ein farin tíð.
Fyri teir mongu fótbóltsleikararnar, sum hetta kvøldið tuska á graslíkinum í Gundadali, er talan tó ikki bara um eitt vanligt kvøld. Talan er nevnliga um teir báðar fyrstudeildarhóparnir hjá havnarfeløgunum báðum, HB og B36, og kvøldið er næst seinasti parturin av fyrireikingunum til størsta dystin á árinum. Ja, kanska tann størsti dysturin millum tvey føroyk fótbóltsfeløg í fleiri ár. Fyri fyrstu ferð í nærum 40 ár hevur kappingin lagað seg soleiðis, at bæði havnarfeløgini standa við FM-avgerðini í hondunum, og eftir øllum at døma er sunnudagurin dagurin, tá avgerðin fellur, hvør av teimum tað verður, sum fer avstað við gullinum, heiðrinum og ? ikki minst ? milliónaupphæddini hjá UEFA.
Og liðini eru væl fyri bæði. Eingir skaðar og eingi leikbann gera um seg, so mest av øllum, so tykist tað vera ein luxus-trupulleiki hjá venjarunum, at onkur leikari má setast á beinkin.

Spara seg
Og einki er at ivast í, menn eru spentir til dystin. Hóast venjingarnar eru tær somu, sum so ofta verða nýttar, so er sjónligt, at intensiteturin í hesum ikki er so høgur, sum hann hevur fleiri aðrar venjingar á árinum. Við ovara vøll, har HB í kvøld hevur venjingina roynir Frank Skytte at koyra á menninar í einum interval-spæli á lítlum øki, men tað er eyðsæð, at eingin vil taka sær nøkur óráð fyri. Bara tankin um at skula noyðast skaddur av venjingini og eftirfylgjandi síggja stórdystin frá áskoðaraplássunum man vera nóg mikið til at taka broddin av nærdystunum, og við niðara vøll er støðan ikki stórt øðrvísi.
Her hevur Ion fyrst sett menninar at venja álopsstøður. Spælt verður bóltum gjøgnum bæði borðini, og eisini fáa áleypararnir loyvi at fáa bóltar beint á, og so er at royna at fáa mál burturúr. Hóast hetta gevur onkrar nærdystir, so tykjast verjuleikararnir heldur ikki her at leggja ov nógv fyri, og at menn spara seg eitt sindur tykist eisini greitt, tá Rúni Elttør brádliga fer í málið at standa. Frágreiðingin tykist vera, at lærið spentist eitt sindur, og so er best at gevast, meðan leikur er góður.
Ofta verður tikið til, at innsatsurin í venjingunum gjøgnum vikuna speglast aftur í dystunum, men tað er nokk ikki øll søgan hesaferð. Undir kanska heldur spakføra lyndinum á spælinum býr ein spenningur, ið ivaleyst ger um seg hjá hvørjum einstøkum leikara. Ein spenningur, sum er bygdur upp ígjøgnum 16 landskappingarumfør, og sum ikki verður útloystur fyrr enn sunnudagin klokkan trý seinnapartin.

Verjan skal halda
Venjingin hjá HB er liðug. Flestu leikararnir eru farnir inn, men onkrir teirra eru tó framvegis á vøllinum. Skotið verður til máls, og tað er eyðsæð, at onkrir av skjúttunum helst teljast millum teirra, sum kunnu fáa møguleikan, skuldi tað hent seg, at dómarin bríkslar fyri einum frísparki nærhendis B36-brotsteiginum.
Ein teirra er Rógvi Jacobsen, og eftir at seinasta skotið langt um leingi er skotið, fáa vit orðið á hann til eitt stutt prát um frammanfyristandandi uppgávuna.
Og hóast Rógvi nú má roknast sum ein av teimum royndu leikarunum á HB-liðnum, so dylir hann ikki fyri, at sunnudagurin verður ein heilt serligur dagur. Eisini hóast hann við landsliðnum hevur tikist stórar fótbóltstjóðir, og eisini hóast hann undan hesum hevur verið føroyameistari við bæði KÍ og HB.
- Tað er einki at ivast í, at hetta er ein stórur dystur. Ivaleyst er tað tann størsti dysturin nakran tíð fyri bæði okkum og B36. Ein dystur har alt verður avgjørt.
Tað sást kanska eisini á venjingini, at leikarar longu hava tankarnar frammi á sunnudegnum. Í øllum førum var intensiteturin í venjingini ikki so stórur, sum hann kanska átti at verið hjá einum oddaliði?
- Nei. Har verður nokk ikki tacklað so hart i kvøld. Vit mugu undir ongum umstøðum koma í eina støðu, har leikarar verða skaddir undir venjing, og tí ikki eru tøkir til dystin. Hetta er jú dysturin, sum øll hava tosað um, og satt at siga, so spenningurin bara vaksin ígjøgnum vikuna. Nú biða vit so bara eftir, at dysturin skal blásast ígongd.
Síðani summarsteðgin hevur Rógvi verið í einum heldur óvandum leikluti á HB-liðnum. Heldur enn plássið á miðjuni, har hann hevur verið rimmarfastur, hevur hann seinnu umførini verið upp í álopinum. Ein roynd, sum hevur riggað væl. Fleiri mál eru komin burturúr, og tað tykist ikki vera nakar ivi, tá hann verður spurdur, hvørt okkurt kanska kemur afturat sunnudagin.
- Tað er einki at ivast í, at eg ætli mær eitt ella tvey mál, sigur hann flennandi.
- Nei, tað veit eg ikki. Bara vit vinna, so hevur tað ikki stórvegis týdning, hvussu málini koma.
Og spurdur um uppskriftina til sigurin, so ivast álopsmaðurin ikki í, at hendan skal finnast í verjupartinum.
- Eg trúgvi í øllum førum tí, at um verjan hjá okkum heldur teimum frá málinum, so skal tað nokk ganga. So skulu vit nokk syrgja fyri at fáa okkurt mál í hinum endannum, sigur Rógvi Jacobsen at enda.

Skulu trýstast
Hóast talan er um dyst millum høvuðsstaðarfeløgini, so verður Rógvi ikki einsamallur klaksvíkingur á vøllinum sunnudagin. B36-megin eru tríggir av slagnum, og eftir venjingina fáa vit orð á Heðin á Lakjuni, sum eftir eitt ár heima í Klaksvík nú er aftur at síggja í B36. Og verður tosað um avgerandi dystir móti HB, so er einki at ivast í, at Heðin hevur góð minni. Tað var í øllum førum hann, sum í fyrraárið tryggjaði B36 gullið, tá hann í næst seinasta umfarinum skeyt einsamalla málið í avgerandi 1-0 sigrinum á HB.
Spurdur um dystin nú sunnudagin, tykist Heðin í fyrstu atløgu at leggja dent á, at hesin ikki er so nógv øðrvísi enn hinir 16 dystirnir, sum eru leiktir í kappingarárinum.
- Tað er ein dystur sum allir aðrir. Vit fara á vøllin fyri at vinna. Tað er tað týdningarmesta.
Men spenningurin upp til hendan hevur tó verið størri enn í øðrum dystum hetta árið?
- Tað er hann sjálvandi. Tað er ein avgerandi dystur, og tí er týdningurin av sigrinum eisini størri, men tað skulu vit eisini klára. Tað er sigurin sum telur, og einki annað.
Og er nøkur serlig uppskrift, sum kann tryggja tykkum sigurin?
- Vit mugu fyrst og fremst royna at trýsta teir í botn. Vit hava gott fólk á liðnum, og spæla allir upp til sítt besta, so ivist eg ikki í, at vit fáa okkurt mál burturúr. Eisin hóast teir hava eina góða verju.
Sum nevnt, so var Heði maðurin, sum fyri tveimum árum síðani skeyt avgerandi málið í seinna dystinum móti HB, og sjálvur hevur hann so einki ímóti, at hetta fer at endurtaka seg sunnudagin.
- Tað hevði í øllum førum verið stuttligt. Tað týdningarmesta er tó, at vit vinna dystin. So er tað líkamikið, hvør stendur fyri málunum, sigur Heðin á Lakjuni at enda.