Ársins fyrsti bátafestivalur er á Toftum

Bátar og sigling eru vorðin ein alsamt størri partur av summarstevnunum, men serliga seta bátsfólk dám á festivalarnar á Toftum, Vestmanna og í Nólsoy

FESTIVALUR

Leygardagin verður ársins fyrsti bátafestivalur. Tá bjóðar Bátafelagið á Toftum saman við fólki í Nes kommunu bátaeigarum og øðrum, bæði ungum, tilkomnum og eldri, sum kundu hugsað sær at verið við, til festival við áhugaverdari skrá.
Stóra løtan á einum slíkum tiltaki er, tá bátarnir stevna inn í havnina. Hetta er líka sum hæddarpunktið á einum slíkum festivali, har dentur verður lagdur á bátar og sigling.
Hugurin at koma á eina slíka stevnu í báti er tí eisini tengdur at veðrinum, men bátarnir eru góðir, og tí letur nógv seg gera, um veðrið kortini ikki háttar sær allar best.
Veðurútlitini fyri leygardagin eru góð í skrivandi stund. Hann sigur 3-8 metrar um sekundið av útnyrðingi, men skal veksa vindin, sum leygarkvøldið líður, upp í 8-13 metrar um sekundið av vestri og útsynningi.
Tað verður heitari í veðrinum. Hitin fer úr 2-5 hitastigum fríggjadagin upp í eini 8 hitastig leygardagin, og veðurútlitini siga einki um, at tað fer at regna.
So, hetta sær slett ikki so galið út.

Í Skálafirði
Eins og undanfarin ár, møtast bátarnir, sum verða við í siglingini út á Toftir, í Skálafirði leygardagin klokkan 12.30. Ein tíma seinni verður kósin so sett. Siglingartíðin úteftir Skálafjørðinum er sett til hálvan annan tíma, so eingin orsøk er til at skunda sær, men heldur njóta túrin og hugnan ávegis, sum eisini er endamálið við eini slíkari ferð.
Onnur ár hevur tað verið soleiðis, at havnameistarin í Nes kommunu, Hans Óli Viberg, ikki hevur latið Oyrahavnina upp, fyrr enn klokkan nærkast 15. Hetta ger eisini, at fólk, sum ætla sær oman í Oyrarnar at síggja bátarnar stevna inn í havnina, kunnu vita, nær løtan er.
Umleið ein hálvan tíma, áðrenn bátarnir koma í havn, byrja fólk at spæla á harmoniku við bátahylin.
Hetta setir eisini sín dám á og er ein góð byrjan upp á festivalin.
Tá bátarnir eru bundnir í Oyrunum og soleiðis eru lagdir klárir til dagin, kvøldið og náttina, sum stundar til, fær bátafólkið heita suppu í matstovuni hjá Faroe Seafood á Toftum.

Ymisk tiltøk
Út á seinnapartin leygardagin verða ymisk tiltøk á festivaløkinum á Toftum og longu, tá bátarnir byrja av sigla úr Skálafirði, verður hundaframsýning, sum byrjar klokkan 13.30.
Klokkan 15 letur pylsuvognurin á festivaløkinum upp, og tá verður eisini høvi at royna hoppiborgir og annað, eins og andlitsmáling eisini byrjar tá.
Tað er vorðið so aktuelt at selja búffar á stevnum og festivalum. Soleiðis hevur verið gjørt á Toftum seinnu árini, og soleiðis verður eisini hesaferð.
Klokkan 16 byrjar sølan av hesum vælumtóktu festivalbúffunum, sum fleiri hundrað fólk plaga at nýta høvi at royna á festivalinum.
Bátar, húsvognar og motorsúklur eru líka sum ein partur av ímyndini av slíkum bátafestivalum, og soleiðis verður eisini leygardagin, tá motorsúklur koma á festivaløkið á Toftum klokkan 16.15.

Andaligt og versligt
Sum seinnaparturin gongur, verða bæði andalig og verslig tiltøk á Toftum.
Klokkan 16 fer Kvinnukórið hjá Nebo at syngja á festivaløkinum, og løtu seinni fer eisini barnakórið hjá samkomuni at syngja
Tá klokkan nærkast 17, fer Jóan Magnus at syngja og spæla á festivaløkinum, og í hølunum á honum fara Hallur Joensen Band á pallin.
Uppboðssøla av tekning hevur verið eitt afturvendandi tiltak á bátafestivalinum á Toftum, og soleiðis verður aftur hesaferð.
Uppboðssølan verður leygardagin klokkan 18, og tá hendan er liðug, og klokkan nærkast 19.30, fara Navia og Insito at hava mótasýning.
Seinast á skránni leygarkvøldið, áðrenn Hallur Joensen Band fara at spæla til dans klokkan 23, er eitt tiltak við Peturi Hans og Thomasi Dam, sum fara at syngja og spæla á festivaløkinum klokkan 20.