Tað endaði við 1-1 javnleiki millum Real Madrid og Barcelona í fyrru fjórðingsfinaluni í sponsku steypakappingini. Cesc Fabregas legði Barcelona á odda. Raphael Varane javnaði fyri vertirnar.
Tað var ein ferðmikil og intens El Clasico uppgerð á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid. Eyðkent fyri dystin vóru teir mongu møguelikarnar, ið liðini skaptu. var neyvleikin og hepni við liðunum, so kundi nógv fleiri mál verið komin.
Barcelona kom á odda fimm minuttir inn í seinna hálvleik, tá Real Madrid verjan er óskipað. Cesc Fabregas blívur púra leysur og skorar. Tíggju minuttir fyri tíð javnaði 19 ára gamli miðverjin, Raphael Varane, tá hann stútaði eitt frísparksinnlegg í mál.
Cristiano Ronaldo og Karim Benzema kundi havt skorað fyro Real Madrid, meðan millum annað Pedro og Jordi Alba kundi havt vunnið dystin fyri Barcelona.