Fyrri hálvleikur var rímiliga javnur leikliga og bæði liðini fingu eisini hvør sítt mál. Mads Hentze legði heimaliðið á odda eftir bara 12 minuttum, men Henning Joensen javnaði eftir góðum hálvum tíma, tá Obi Charles spældi hann leysan.
Tá tað restaðu umleið 20 minuttir, fór B71 fram um aftur. Hesaferð beindu suðuroyingar bóltin í egið mál, eftir frísparksinnlegg frá B71.
Fimm minuttir fyri steðgin staðfesti B71 sigurin. Aftur hesaferð var talan um frísparksinnlegg, og aftur hesaferð var Mads Hentze framvið og staðfesti hann sigurin.
Soleiðis kom ársins fyrstu sigur hjá B71 í hús í móti hinum uppflytaraliðnum, sum ikki var serliga sannførandi í dag.
Við sigrinum hevur B71 fingið fimm stig og er ájavnt EB/Streym og FC Suðuroy á stigatalvuni.
B71 ? FC Suðuroy 3-1 (1-1)
1-0: Mads Hentze
1-1: Henning Joensen
2-1: Sjálvmál
3-1: Mads Hentze
Dómari: Dagfinn Olsen