Í dag kl 17 fara Tjóðpallur Føroya og Meginfelag áhugaleikara Føroya at avdúka, hvør fær viðurkenningina ?Ársins herðaklapp? í ár. Hetta hendir í Hans Andriasarhúsi, undir Pisuvarða 2 í Havn
Nógv arbeiði verður lagt í sjónleikavirksemið í Føroyum. Í løtuni verður leikurin ?Eg eri mín egna kona? eftir Doug Wright leiktur á Meiarínum, ungdómsbólkurin ?Huðrar? venur ?Othello? í Sjón¬leikarhúsinum, og í Klaksvík hevur leikurin ?Sjóvevur? um svensku Ainu Cederblom verið leiktur síðan 7. februar. Seinasta vikuskifti hevði Maria í Dali, scenografur á Kongaliga Teatrinum í Keyp¬mannahavn scenografiskeið á Viðareiði. Men hóast alt hetta virksemi, er eisini neyðugt á annan hátt at kasta ljós á sjónleikin og tað stóra ar¬beiði, ið liggur aftanfyri hvørja einastu ferð, leikur kemur fram á pallin.
Leikpallur Føroya gjørdi í 2001 av at gera hetta meira sjónligt við at geva ársins ?herða¬klapp? á stovningardegi Leikpalsins, ið var 12. mars. Eftir at Leikpallurin gavst at virka, hava Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) og Tjóðpallur Føroya tikið táttin upp.
Herðaklappið er peningaupphædd upp á 12.000,- kr., ið er ætlað sum ískoyti til ferð í útheimin at hyggja at sjónleiki. Umframt er tilevnað gríma og silvurnál til meira varandi minni.
Herðaklappið kann verða latið einstaklingi ella felag, sum á einhvønn hátt hevur skarað framúr á leiklistarliga økinum. Til at gera av, hvør skal fáa herðaklappið, varð sett nevnd við 2 limum fyri Leikpall Føroya og einum limi fyri Føroya Blaðmannafelag. Hesi eru í løtuni: Dánjal Joensen, formaður, Dagny Joensen, skrivari, og Karin Kjølbro.
Tey, ið áður hava fingið hesa viðurkenning, eru Lina Larsen, sjónleikari, Hans Tórgarð, sjónleikari, Hjørdis Johansen, sjónleikalærari, Adelborg Linklett, sjónleikari, Bárður Persson, sjónleikari, og Jytte Joensen, sjónleikari.