Ársins lýsingar eru funnar

Heimasíðan Viral Video Chart hevur í alt 2012 talt upp, hvussu ofta ymisk video eru deild á sosialum miðlum sum Facebook og Twitter.

 

Út frá tølunum eru fleiri ymiskir listar gjørdir, og á einum av listunum eru tær lýsingarnar, ið hava verið best umtóktar og deildar á internetinum í 2012.

 

Niðanfyri eru fimm av lýsingunum, ið hava verið oftast deildar. Til ber at síggja lýsingarnar við at trýsta á heitið á lýsingunum.

 

 

 

1: A Dramatic Surprise On A Quiet Square

 

Sjónvarpsrásin TNT lýsir fyri dramarøðirnar, ið rásin vísir, við at gera nakrar dramatiskar senur á einum torgi í einum lítlum býi í Belgia.

 

 

 

2: Dumb Ways To Die

 

Metrofelagið í australska býnum Melbourne hevur gjørt ein sang um býttar mátar at doyggja uppá. Eitt av tí býttasta er ikki at vera ansin, tá tok koyra framvið.

 

 

3: DC Shoes Ultimate Urban Playground; San Francisco

 

Professionelli Rally-koyrarin Ken Block koyrir skjótt í tómum gøtum í San Fransisco.

 

 

4: The Hottest Abercrombie & Fitch Guys: "Call Me Maybe"

 

Í 2012 bleiv tað modernað serliga í USA at gera videoløg, har tað bleiv dansað og mimað til kenda sangin Call Me Maybe. Bæði amerikanska svimjilandsliðið og amerikanskir hermenn í Afghanistan gjørdu tílík videoløg. Á sama hátt fekk klædnamerkið Abercrombie & Fitch nøkur av starvsfólkunum til at gera eitt video eins og fleiri onnur høvdu gjørt.

 

 

5: Best Job - P&G London 2012 Olympic Games Film

 

Procter & Gamble, sum er fyritøkan ið stendur aftanfyri altjóða brands sum Gilette, Pantene, Pampers og Pringles, var stuðul til OL í London 2012. Tí gjørdi Procter & Gamble í Italia eina lýsing fyri OL.