Størsta heiðurslønin á ársins hondbóltsgallaveitslu er júst latin, og hjá bæði monnum og kvinnum gjørdist talan um rættiliga greiða talu frá atkvøðunum.
Hjá kvinnum er Marianna Geirsdóttir Eystberg úr Kyndli ársins leikari. Hon fekk 35 atkvøður. Liðfelagin, Súna Krossteig Hansen fekk 13 atkvøður meðan Durita Christophersen Jojic úr VÍF fekk 11.
Hetta er triði heiðurin, ið Marianna Geirsdóttir Eystberg fær í kvøld. Hon hevur eisini fingið heiðurin sum toppskjútti og ársins álopsleikari.
Hjá monnum vann Rasmus Søby úr Neistanum. Hann fekk 38 atkvøður, frammanfyri Peter Krogh úr H71 fekk 24 atkvøður. Rógvi Dal Christiansen kom á triðja plássi við 21 atkvøðum