Ársins Leikari skal finnast um vikuskiftið

Fótbóltur: Sum vanligt endar fótbóltsárið við stóru innandurakappingini í Vági. Hon verður leygardagin og sunnudagin

Vit hava skrivað tað fleiri ferðir seinastu tíðina, og nú skuldi tað verið heilt vist: Fótbóltsárið endar hetta vikuskiftið.

Síðani 1991 hevur VB skipað fyri óalmennu FM-kappingini í innandurafótbólti í ítróttarhøllini í Vági. Henda kappingin markerar endan á fótbóltsárinum hjá bæði kvinnum og monnum, og eftir ein lítlan aldudal er kappingin aftur vorðin heilt væl umtókt millum spælararnar.

Seinastu árini hava Bjarni Johansen og Finn Gærdbo skipað fyri kappingini, og Bjarni sigur við Sosialin, at áhugin aftur í ár tykist vera stórur.

? Í fjør vóru tilsamans 36 lið við í kappingini, og vit rokna við, at tað verður nakað tað sama í ár, sigur Bjarni Johansen.

? Tað vóru nøkur ár, í 1994 og 1995, at áhugin var lítil, og tað ikki vóru meir enn eini 20-25 lið við, men seinastu árini hevur undirtøkan tikið dik á seg aftur, sigur hann.

Kappingin byrjar leygarmorgunin klokkan 8 og endar umleið klokkan 20. Sunnudagin klokkan 13 byrja so finaluumførini. Tað er ymiskt, hvussu feløgini taka undir við kappingini. Eitt nú hava KÍ og GÍ ikki havt lið við seinastu tvey árini, og Bjarni vísir á, at tað eisini er ein langur túrur hjá familjumonnum at fara. Í fjør var HB heldur ikki við í kappingini, men annars plaga tey bæði stóru havnarfeløgini at vera væl umboðað, eins og suðuroyarliðini sjálvandi eru. Í fjør vann B36 kappingina hjá bæði kvinnum og monnum.

Spælt verður við fimm spælarum á hvørjum liði (flúgvandi útskifting). Sum vanligt er til innandurakappingar, verða bandur settar upp rundan um vøllin, og spælt verður við smápiltamálum.

Vinnandi liðini sleppa ein »rundtúr« við Norrønu, sum tikið verður til. Eisini verður okkurt latið til toppskjúttarnar og mest skorandi liðini í kappingini.


Ársins Leikarar og veitsla

Eitt av hæddarpunktunum tað vikuskiftið, tá innandurakappingin verður spæld, er kjósanin av Ársins Spælara hjá kvinnum og monnum, og í ár verður Ársins Málmaður eisini funnin annað árið á rað.

Tað eru spælararnir sjálvir, sum velja Ársins Leikarar. Bjarni Johansen greiðir frá, at tað fer fram á tann hátt, at feløgini hava fingið atkvøðuseðlar sendandi ? 11 tilsamans ? har 11 spælarar skulu velja ein spælara út. Tað er ikki loyvt at atkvøða fyri einum spælara frá sínum egna liði. Seðlarnir skulu vera inni fríggjakvøldið, og leygardagin verður so avdúkað, hvør er valdur Ársins Spælari hjá monnum og hjá kvinnum umframt hvør er Ársins Málmaður. Sosialurin letur steyp til Ársins Leikara hjá kvinnum og monnum í ár.


Nógv skal fáast

upp á pláss

Bjarni Johansen sigur, at tað er nógv, sum skal fáast upp á pláss, tá skipað verður fyri eini so stórari kapping. VB hevur leigað trý hús í bygdini til at húsa spælarunum, og tað hevur eisini verið vanligt, at onkur av liðunum hava búð í sjálvari ítróttarhøllini.

Umframt sjálva kappingina er tað eisini nakað annað, sum dregur hetta vikuskiftið, og tað er sjálvandi stóra veitslan, sum verður leygarkvøldið. VB-kvinnurnar, sum í ár fluttu upp í 1. deild, skipa í ár fyri veitsluni, sum er sera væl umtókt millum spælararnar, sum her fáa høvi at hittast og práta saman um árið, sum fór.