Ársins leikari við hjarta fyri børnum

Ársins leikari hjá kvinnum, Elin Kathrina Haraldsen, hevur hjarta fyri børnum. Hon hevur arbeitt á barnaheimi í Uganda og gongur nú á pedagogskúla. Trúgvin á Jesus hevur sera nógv at siga fyri hana – bæði á og uttan fyri vøllin

Heini K. Kristiansen

Elin Kathrina Haraldsen varð vald at vera ársins leikari hjá kvinnum. Hon hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í ár við kvinnuliðnum hjá AB, sum eisini hevur staðið seg sera væl í ár. Tá ið avtornaði end­aðu tær á einum 3. plássi.
Elin Katrina vil ikki taka nak­að av æruni á seg. Hon segði við handanina av heiðrinum “Árs­ins leikari 2006”, at hon kundi takka liðfeløgunum og venjaranum fyri tað. Hon legg­ur allatíðina dent á, at liðið hev­ur stríðst saman, og tað hev­ur givið tey góðu úrslitini.
- Eg gjørdist sera ovfarin, tá ið eg fann útav, at eg skuldi fáa tann heiðurin. Eg fekk tað at vita stutt frammanundan, og eg gjørdist sjálvandi glað. Men eg hevði ikki væntað tað. Eg haldi, at liðið eigur heiðurin, sig­ur lítillætna fót­bólts­kvinn­an.
Tað er ikki gjørt hana nakað øðr­vísi, at hon hevur vunnið heið­urin.
- Eg havi ikki rættiliga skilt tað enn. Eg eri í hvørt fall tann sama, sigur 21 ára gamla argj­a­kvinnan.

Hjartað brennur
fyri børnum
Nógv kenna kanska einans Elin Kathr­inu sum fótbóltsspælara. Hon er tó eisini virkin á øðr­um økjum. Hennara hjarta brenn­ur fyri børnum, og tí hev­ur hon eisini valt at fara á pedagogskúla. Hon hevur al­tíð kent, at tað er hennara rætta yrki. Hon hevur eisini ar­beitt á barnagarði, tá ið hon gjørd­ist liðug í student. Tvær av systrunum hjá Elin Kathrinu hava lítil børn, og teimum nýtir Elin Kathrina eisini nógva tíð saman við.

Virkin innan
kristiligt arbeiði
Umframt hennara skúla og frí­tíð­arstarv í Auto Service, nýt­ir Elin Kathrina nógva tíð í Ebenezer, har ið hon gongur regl­uliga. Fyri Elin Kathrinu hev­ur trúgvin á Jesus nógv at siga í gerandisdegnum.
- Tað hevur sjálvandi nógv at siga. Eg eri vaksin upp í einum kristn­um heimi, og eg havi ver­ið heppin at fáa góðar vinir. Ein hevur jú ein frían vilja, og eg kom so eisini til eina per­són­liga støðu, sigur hon.
Elin Kathrina vísir á, at hon altíð er merkt av at vera krist­in. Tað ávirkar hana enntá eis­ini á fótbóltsvøllinum.
- Ja, tað hevur eina ávirkan á meg sum fótbóltsspælari. Eg vil ikki vera ein persónur á vøll­i­num og ein annar uttan fyri vøllin, sigur Elin Kathrina.

Arbeitt í Uganda
Elin Kathrina hevur eisini ver­ið uttanlands og gjørt vol­on­tør­ar­beiði á einum barnaheimi í Ug­anda, har ið hon arbeiddi á ein­um barnaheimi saman við ein­ari vinkonu hjá sær. Tær vóru ikki útsendar frá nøkrum fel­ags­skapi, men tað var eitt krist­i­ligt barnaheim, sum tær fóru til. Hetta var ein stór upp­living hjá henni.
- Tað var ein sterk uppliving at vera í Uganda. Tað var øgi­liga hart at síggja, hvussu ringt, tey hava tað. Tú sært lívi­ð frá einum øðrum vinkli, og tú setur prís uppá okkara við­ur­skifti í Føroyum. Eg hevði ikki viljað verið tað upplivilsi fyri uttan, sigur hon.
Elin Kathrina syngur eisini við Ebenezer-kórinum. Sangur hev­ur eisini hennara áhuga.
- Eg vil ikki siga, at eg eri nak­ar solosangari, men mær dám­ar væl at syngja. Eg syngi onk­untíð fyri til ungdómsmøtini í Ebenezer, sigur Elin Kathrina. Hon nýtir vikuskiftini saman við vinfólkunum og í Ebenezer á ymsum møtum. Hon er eisini ofta á summarlegum í Zarepta.
- Eg havi ikki havt so góða tíð í seinastuni at fara á legu - mill­um annað orsakað av fó­t­bólt­i­num -, men eg eri ofta á legu. So eri eg eisini leiðari á 2-3 summarlegum, sigur hon.
Familjan týðandi
Um­framt tað tíðina, sum hon nýtir í samkomuni, nýt­ir Elin Kathrina eisini nógva tíð sam­an við familjuni.
- Mær dámar væl at ansa eft­ir børnunum hjá systrunum. Børn eru veruliga mítt hjarta­mál.
- Mær dámar væl á ped­ag­og­skúl­a­num. Eg eri so stutt síð­ani byrjað, so tað er torført at taka nakra niðurstøðu longu, men fyrsta inntrykk er gott, sig­ur Elin Kathrina, sum fegin kundi hugsað sær at farið út aft­ur at hjálpt til á onkrum bar­n­a­heimi.
- Fyrst og fremst er tað skúl­i­n. Men einaferð í framtíðini kundi tað hent seg, at eg gjørdi okkurt líknandi aftur. Vit skulu í praktikk einaferð, og tá kundi eg hugsað mær at nýtt møguleikan at fara til okk­urt fátækt land, sigur Elin Kathr­ina.

Heldur fram við fótbóltinum
Elin Kathrina ætlar at spæla fót­bólt aftur næsta ár. Hon vænt­ar, at tær kunnu gera seg gald­andi í toppinum.
- Vit hava allar avtalað, at vit skulu halda fram, tí at tað gekk so væl í ár. Vit hava eitt gott lið, og vit kunnu gera okkum gald­andi, sigur Elin Kathrina, sum eisini sendir rósandi orð til málverjan Simonu Hein­e­sen.
- Simona hevur verið sera góð hjá okkum nú í tvey ár, og tað var stuttligt at hon skuldi vinna heiðurin, sigur Elin Kathr­ina, sum er systkinabarn hjá Simonu.
Elin Kathrina er við lands­lið­num hjá kvinnum. Nú hevur hon eisini vunnið heiðurin “árs­ins leikari”. Spurningurin er, um hon hevur nakað meira at spæla fyri?
- Eg spæli, tí at tað er stutt­ligt. Vit halda, at vit í AB hava eitt gott lið, og eg ætli mær heilt vist eisini at vera við, sig­ur Elin Kathrina.
Eingin ivi er um, at evnini eru til staðar hjá ungu argj­a­kvinn­uni, sum hevur sínar føtur plant­aðar trygt niðri á jørðini.

Fakta um
Elin Katrinu
21 ára gomul, fødd 1. januar 1985
Dóttur Honnu og Tummas Haraldsen
Hevur tríggjar systrar
Býr á Argjum
Gingið í Argja skúla
Stu­d­ents­prógv
Arbeitt í barnagarði og hjá Auto Service
Arbeitt í eitt hálvt ár á barnaheimi í Uganda
Gong­ur 1. ár á pedagogskúla
Er virkin í samkomuni í Eb­e­nezer
Spælt fótbólt síðani 1993
Vald ársins leikari 2006
Er við í føroyska kvinn­u­lands­liðnum


Elin Kathrina um føroyskan mat
Mær dámar sera væl føroyskan mat. Mær dámar allan føroyskan mat, men tað besta er steikt riv. Pápi mín er úr Sandavági, og vit fáa seyðir frá familju í Sandavági. Annars eta vit eisini nógvan fisk og tílíkt heima hjá okkum.

Elin Kathrina um KÍ kvinnurnar

Tær eru sera góðar. Tær hava sera nógvar royndir. Tær hava góðar spælarar á øllum plássum. Vit prógvaðu tó, at tað ber til at vinna á teimum, tá ið vit vunnu síðsta dystin í ár móti nettupp KÍ. Eg haldi, at KÍ er tað liðið, sum øl vilja vinna ímóti.

Elin Kathrina um fótbólt
Eg hyggi als ikki at fótbólti í frítíðini. Eg spæli bara, og havi annars ongan áhuga. Eg havi onkra hendinga ferð hugt í Gundadali, og tá havi eg hildið við B36. Nú, tá ið mansliðið hjá AB er flutt upp, fari eg sjálvandi at hyggja meira.

Elin Kathrina um tónleik
Eg syngi við kóri, og mær dámar sera væl at syngja. Eg syngi eisini onkuntíð fyri til ungdómsmøti í Ebenezer. Eg vil tó ikki siga, at eg havi nakran ávísan bólk, sum mær dámar serliga væl. Eg lurti eitt sindur og mest kristiligur tónleikur.