ársins lið
Tá ársins eitt og annað skulu kjósast, er tað aloftast soleiðis, at fólk eru ymisk á máli um, hvussu røtt avgerðin um hetta hevur verið. Soleiðis verður helst eisini við niðanfyri standandi, men kortini hava vit so valt at sett eitt lið saman, út frá tí, sum mongu fótbóltsleikararnir kring landið hava sýnt í landskappingini síðani mei mánað.
Fimm meistarar
Ikki óvæntað eru tað greipuvinnararnir úr B36, sum seta sín týðiliga dám á liðið, men hetta merkir tó ikki, at vit hava verið ivaleysir í valinum, tá liðið er sett saman.
Leikarar sum eitt nú toppskjúttin í landskappingini, Helgi L. Petersen, rumenski áleyparin hjá EB/Streymi, Sorin Anghel, stjørnuskotið úr Vágoynni, Tór-Ingar Akselsen og verjuskansin á landsliðnum, Hans Fróði Hansen, teljast ivaleyst millum teir, sum fleiri vildu havt á eitt slíkt lið, fyri bert at nevna nøkur nøvn. Í fótbólti er tað tó eina ferð soleiðis, at rúmd bert er fyri ellivu monnum í senn, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð.
Sum útgangsstøði hava vit valt eina 3-5-2 spæliskipan, har fleiri av leikarunum eru teir ógvuliga framrættaðu, og soleiðis hava vit eisini nýtt tveir vongverjar, sum meira ella minni hoyra heima í álopinum, men sum eisini hava víst góð evni í síðunum.
Blandað verja
Fyri at byrja í málinum, so hava vit har set mannin, sum varð kendur við topphúgvuni, men sum síðani í so nógv ár hevur prógvað sítt virði ímillum stengurnar.
Umframt at hann sum vant hevur sýnt stórspæl í NSÍ málinum, so má tað sigast at vera merkisvert, at ein leikari, sum hevur roynt somikið nógv, framvegis kann fara so eldhugaðu til verka á vøllinum. Jens Martin dugir sum fáur at motivera seg sjálvan, og sum ein annar Schmeichel megnar hann eisini at skipa spælið hjá liði sínum langt niðan á mótstøðuhálvuna. Tað kann væl vera, at NSÍ bert gjørdist nummar fimm í ár, men av teimum 28 stigunum, sum teir fingu, mundi málverjin tryggjað teimum í øllum førum fjórðingin.
Sum verjuskipara hava vit valt Jón Róa Jacobsen úr HB. Ungi HB-leikarin hevur verið størsti glottin í einum HB-liði, sum í ár hevur havt eina óvanliga trupla tilveru, og tað má sigast at vera sera flott av einum somikið ungum leikara. Ikki minst, tá fleiri av teimum meira royndu ikki hava takla kreppuna í felagnum eins væl.
Afturat honum hava vit valt Pól Thorsteinsson úr B36 og Bartal Eliasen úr GÍ. Hóast hvørgin teirra í løtuni er á landsliðnum, so er lítið at ivast í, at teir hava verið stinnastu verjuleikararnir í landinum í ár. Í luftini er helst eingin, sum kemur nær námind Bartali, sum annars eisini er landsliðsleikari í flogbóli, meðan Pól neyvan finnur sín yvirmann niðri á vøllinum, og saman vildu teir tí helst verið ein nærum óhugnaliga sterk verja.
Pólverjin hevur verið framúr
Á miðvøllinum er Klæmint Matras úr B36 settur sum ventilurin ímillum verju og álop. Hann er ein leikari, sum veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár, og sum nú eisini verður løntur av landsliðsvenjaranum fyri síni avrik.
Framman fyri Klæmint hava vit sett teir báðar, Fróða Benjaminsen úr B68 og Zdzilaw Janik úr GÍ. Fróði hevur í ár, og serliga eftir at Øssur Hansen fór til Danmarkar, verið sentrali persónurin í spælinum hjá B68, sum alt í alt rakk til bronsumerki. Í Gøtu eru helst nøkur, sum halda, at týdningurin hjá eitt nú Magna Jarnskor hevur verið størri, enn hjá Zdzislw ? Gigi ? men pólski miðvallarin hevur til tíðir sýnt spæl, sum er flokkar oman fyri tað vanliga í Føroyum, og tí verður hann tikin fram um her.
Í borðunum hava vit sett teir báðar, Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg, sum báðir eru úr B36. Heðin hevur kanska havt sítt besta kappingarár í ár, og skjóti lámurin hevur avgjørt verið millum lyklaleikararnar í gullstríðnum. Jákup hevði í fjør ein lítlan persónliga niðurtúr, men í ár hevur hann aftur prógvað seg sum ein hin mest evnaríka leikaran í landinum.
Nógvir um boðið
Í álopinum hava sjálvandi eisini verið fleiri evni, men orsøkirnar til, at valið fall á Kurt Mørkøre úr KÍ og liðskiparan hjá B36, John Petersen, eru tó hampuliga greiðar.
Kurt hevur undir rættiliga truplum umstøðum skotið mál í øllum landskappingardystunum, síðani hann kom aftur til Føroya, og hetta má metast sum eitt einastandandi flott avrik. John hevur onkun tíð skotið fleiri mál enn í ár, men evnini hjá honum at binda verjuleikarar, og har við skapa pláss til aðrar, eru framúr, eins og evnini at halda bóltinum, og tí vil hann altíð vera ein sera týdningarmikil leikari, líka mikið hvørjum liði tað er á.
Sum sagt í byrjanini, so kann altíð tosast aftur og fram um, hvørt tann og tann leikarin er hin rætti, og liðið á talvuni skal avgjørt ikki skiljast sum tann ævigi sannleikin um kappingarárið 2001. Hetta er bara okkara boð.