Ársins mál 2018

Nú ber til at atkvøðu um ársins mál 2018 í Betri Deildini hjá monnum

Nú ber til at atkvøðu um Ársins mál 2018 í Betri Deildini hjá monnum. Fimm mál eru tilnevnd, og fram til fyrst í komandi ári, kann atkvøðast á heimasíðuna hjá FSF.

 

Atkvøðurnar kunnu avgreiðast við at trýsta HER: Atkvøðugreiðsla / Ársins mál 2018

 

Tilsamans 387 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at ársins Mál 2018, skorað í Betri Deildini hjá monnum, skal kjósast. Fimm mál eru tilnevnd, og nú er so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør gjørdi besta málið.

 

Síggj málini við at trýsta á pílin á myndini

 

Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ”Tipparunum”, Jákupi Ósá, Leivi Frederiksen og Tróndi Arge telja hini 50 prosent. Vinnarin verður kunngjørdur fyrst í komandi ári.

 

Teir, sum hava skotið málini, ið eru í uppskoti eru Meinhard E. Olsen (B36), Brian Jakobsen (Skála), Klæmint A. Olsen (NSÍ), Boris Dosljak (KÍ) og Pætur Petersen (EB/Streymur).