Ársins málverji álvarsliga skaddur

Símun Rógvi Hansen, sum í fjør var ársins málverji, spælir ikki aftur hetta kappingarárið

NSÍ málverjin, Símun Rógvi Hansen, sum í fjør var valdur til ársins málverja í føroyskum fótbólti, hevur higartil í ár ikki verið at sæð í NSÍ málinum nakran dyst. Og tað verður NSÍ málverjin heldur ikki, tí Símun Rógvi Hansen er vorðin álvarsliga skaddur.

 

Í eina tíð hevur Símun Rógvi Hansen drigist við trupulleikar í knænum, uttan nágreiniliga at vita, hvat tað er, sum hevur verið galið. Men fríggjadagin fekk NSÍ málverjin staðfest, at hann hevur slitið krossbandið.

 

-       Hósdagin 12 apríl var eg í skannaranum og fríggjadagin 20 apríl, fekk eg boð um, at vinstra knæ var illa farið. Eg havi slitið fremra krossbandið, liðbandið er skrædnað – ikki slitnað og meniskurin er skaddur. Hetta er ein sera álvarsamur skaði, ið krevur skurðviðgerð, og útfrá mínum upplýsingum, tekur tað nærum eitt ár til man kann spæla fótbólt aftur, sigur Símun Rógvi Hansen.

 

Eftir eitt frálíka gott kappingarár í fjør, har Símun Rógvi Hansen sum kunnugt varð valdur til ársins málverja, koma boðini úr skannaranum sjálvandi illa við. Símun Rógvi Hansen sigur, at boðini vóru ræðulig at fáa, men at hann ikki fer niður við høvdinum.

 

-       Eg havi verið ótrúliga spentur til kappingarárið í ár, og aftaná at hava vant hart í allan vetur, er tað sjálvsagt ræðuligt at fáa hesi boðini. Men tað loysir seg ikki at fara niður við høvdinum. Nú vóni eg bara at kunna vera skurðviðgjørdur skjótt, og at skurðviðgerðin fer at ganga væl. Síðani skal knæðið venjast uppaftur, og vónandi verið eg klárur aftur til uppstartin næsta ár, sigur Símun Rógvi Hansen.

 

Símun Rógvi Hansen er 31 ára gamal og hevur spælt 179 dystir í bestu fótbóltsdeildini.