Ársins neyðardýr á Tjóðpallinum

Ongin skomm ella neyð er ov stór, um bara hon kann skaffa tær nakrar minuttir í sjónvarpinum í nýggja leikinum á Tjóðpallinum. Leikurin »The Danny Crowe Show«, rakar beint í øgiligu trongdina at gerast kendur ? kosta hvat tað kosta vil. Jú størri skomm, neyð ella perversari atburð, tú hevur at bjóða, jú størri er kjansurin fyri at gerast stjørna í sendingini.

Hjá Danny Crow savnast øll tey fátæku, tey ovurfeitu, tey skeivt skurðviðgjørdu tey misbrúktu - enntá tey sum eru um at doyggja av krabbameini møta heldur enn fegin upp í sendingini.

Og ongin dugir betur at finna fram til tey enn grammu produsararnir hjá Danny, sum hesuferð hava funnið ársins neyðardýr ? ein ungan, blóðdálkaðan drong, sum fortelur at hann, hevur høgt ein breyðknív í pápa sín, ið nú liggur deyður heima á køksgólvinum.

Lukkutíð er drongurin fúsur at vísa teimum líkið og koma í sendingina at siga sína søgu ...

Leikarar eru Beinta Clothier, Kristina O. Sørensen, Ria Tórgarð, Bárður Persson, Hjálmar Dam og Hans Tórgarð.

Leikstjórn og pallmynd hevur Mikkel Harder Munck-Hansen staðið fyri.

Frumsýning er á Meiarínum mikudagin 24. mars k. 19.30.