Millum luttakararnar í seinasta umfarinum í singer/songwriter kappingini í Hafnia Lounge leygarkvøldið verður Jóannes Lamhauge. Hann gjørdist fyrr í ár Ársins Songrødd, og var í finaluni í singer/songwriter í fjør.
Jóannes var ov seinur at melda seg til kappingina í ár, og hevur staðið á bíðilista. Nú varð eitt avboð
í hesum síðsta undanumfari, og tí sleppir 19 ára gamli Jóannes við. Í fjør gjørdist Jóannes kendur í øllum Føroyum fyri sín leiklut í sangleikinum um Josef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið. Hann er eisini ein av leikarunum í Ronju Ránsmannadóttir.
Jóannes fortaldi planet.fo fyrr í ár, at singer/songwriter kappingin var ein kapping, sum hann var sera glaður fyri, hann kallaði hana eitt tað besta tiltakið í Føroyum. Jóannes spælir umframt gittar, klaver og trompet. Hann sigur, at gittarin er hansara besti vinur, og at hann hevur skrivað eina rúgvu av løgum. Dreymurin er, at gera eina fløgu onkuntíð, og heitið ársins songrødd setur nøkur krøv. Sum flestum kunnugt er tíð í einum upptøkuhøli vinningurin í singer/songwriter, so hetta kann møguliga gerast seinasta skumpið, ið skal til, fyri at vit fáa eina Jóannes Lamhauge fløgu.
Í fjør var Jóannes Lamhauge sera nervøsur, tá hann trein á pallin í Hafnia Lounge: Hetta er nógv torførari enn at spæla sjónleik fyri fullum Norðurlandahúsið, tí hetta er ikki ein leiklutur. Tað er nógv meira persónligt, tú hevur einki at goyma teg aftan fyri segði Jóannes.
Hinir tónleikararnir, ið skulu á pallin eru stórt sæð púra ókendir tónleikarar:
Ætlar ikki at umvenda
Ungi havnarmaðurin Petur Háberg hevur seinasta árið búleikast í Afrika, har hann millum annað starvaðist sum lærari. Hann hevur verið at hoyrt í ymsum høpum á føroyska tónleikapallinum, eitt nú á Prix Føroyum, men Petur hevur ongantíð roynt seg sum singer/songwriter.
Hann sigur Tað er Gud, sum fyllir mítt høvd, og hetta kemur eisini fram í mínum tekstum. Eg ynski als ikki at umvenda fólk, men tað er natúrligt fyri meg at syngja um tílík evni
Hann hevur i løtuni ongar ætlarnir um at gerast tónleikari burturav, men hann hevur tónleikin sum ítriv. Leygarkvøldið lovar hann í øllum førum at geva tað, hann eigur í sær.
Syngjandi skipsførari
Fuglfirðingurin Helgi Midjord hevði fyri fáum árum síðani sín arbeiðsdag á sjónum. Nú er tað list og tónleikur, ið eiga alla hansara tíð. Hann hevur millum annað gjørt Høggmyndir til Mentunarhúsið í Fuglafirði.
Hann hevur verið á tónleikaháskúla í Svøríki, og ætlar møguliga á onkran annan tónleikaskúla. Í hansara sangum eru tekstirnir av stórum týdningi. Leygarkvøldið fer hann millum annað at syngja sangin Summarmorgunsangur um at síggja tað góða og ljósa og sína egnu útgávu av yrkingini Um eg kundi kvøðið, ið Stanley Samuelsen fyrr hevur tolkað meistarliga
Útróðrarmaður til mikrofonina
Helgi Midjord verður ikki einsamallur um at hava havt arbeiðspláss á sjónum leygarkvøldið. Símun Klein er til dagligt útróðrarmaður. 48 ára gamli Símun hevur ikki nógvan royndir við at spæla alment. Men hann hevur gjørt av melda seg til, og leygarkvøldið fáa fólk so møguleikan at hoyra, hvussu tað ljóðar hjá Símuni. Tiltakið byrjar kl. 22.