Ársins unga listafólk er Búi Rouch

- Búi er ein av ungu slóðbrótarunum og hevur víst gávur sum fáur

Búi Rouch hevur júst fingið virðisløninina til ungt listafólk. Mentanarvirðislønir landsins verða í skrivandi stund latnar til hátíðarløtu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Tað var løgmaður og virkandi landsstýrismaður í Mentamálum, Aksel V. Johannesen, ið handaði virðislønina. Búi Rouch er uttanlands í arbeiðsørindum og er tískil ikki til staðar, so mamma hansara tók ímóti virðislønini. 

 

Løgmaður segði m.a. soleiðis, tá virðislønin varð avdúkað:

 

- Búi Rouch dugir við rørslum sínum at vísa kenslur og sambond og at miðla søgur. Búi hevur javnan verið at sæð á palli í førouym og uttanlands, og hann hevur prógvað seg sum dugnaligan dansara. Nútíðar dansur er ein lutfalsliga níggj listagrein í Føroyum. Búi er ein av ungu slóðbrótarunum og hevur víst gávur sum fáur. Virðislønin verður latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum ígjøgnum dansin.

 

Búi Rouch hevur skúlað seg innanfyri leiklist og spesialiserað seg innan samtíðardansi. Hóast Búi Rouch ikki var til staðar, hevði hann eina heilsu, sum varð víst sum videoupptøka. Hann takkaði og fortaldi um samtíðardans.

 

- Tað er ein stórur heiður at taka ímóti hesi virðisløn, og viðurkenningin, sum liggur í henni hevur nógv at siga fyri meg, segði hann m.a. 

 

Virðislønin til ungt listarfólk verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin er 50.000 krónur