Ársins íverksetari er FarPay

- Ársins Íverksetari er í dag ein fyritøka sum longu hevur gjørt seg galdandi á føroyska og danska marknaðinum

 

Í gjárkvøldið varð ársins Íverksetaradagur hildin í Løkshøll í Runavík. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað. 

Tá kunngjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna FarPay til Ársins Íverksetara.

Marknaðurin kann vera allur heimurin

Løgmaður segði millum annað:

- Ársins Íverksetari er í dag ein fyritøka sum longu hevur gjørt seg galdandi á føroyska og danska marknaðinum. Marknaðurin hjá fyritøkuni kann vera allur heimurin, og tí hevur ein slík fyritøka sera stóran týdning fyri føroyska vinnulívið og samfelagið. Ársins Íverksetari hevur tíðliga sæð møguleikar í at peningaflytingar í størri mun verða talgildar.

Stórt potentiali

FarPay er ein nýggj gjaldsskipan til privat fyritøkur og einstaklingar, sum ger tað lættari at gjalda rokningar. Størsti parturin av umsetninginum hjá Ársins Íverksetara er uttanfyri Føroyar.

##med2##

Dómsnevndin sær sera stórt potentiali í fyritøkuni, og um fíggjarligu gongdina kann sigast, at umsetningurin er vaksin skjótt.

Ársins Íverksetari kann vísa á góð fíggjarlig úrslit seinastu árini, og eisini á hesum økinum er fyritøkan fyrimynd fyri aðrar nýggjari fyritøkur.

Þór Sigfússon sum er kendur íslendskur íverksetari og fyrilestrarhaldari var høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi, ið var í Løkshøll í Runavík við luttøku av áleið 200 áhoyrarum.