Í fjør varð fyritøkan Gómagott kosin ársins íverkseti. Tá varð tiltakið hildið í Østrøm í Havn.
Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og latin heiðurslønina, Granan.
Tað verður Løgmaður Aksel V. Johannesen, sum fer at handa Granan til ársins íverkseta 2019.
Í fjør varð ársins íverksetan eisini latin. Gásadalsgarðin fekk hendan heiðurin.
Tað verður Løgmaður Aksel V. Johannesen, sum kemur at handa Granan til ársins íverkseta 2019.
Høvuðstalari á íverksetaradegnum verður Þór Sigfússon, sum er íslendskur íverksetari, rithøvundur, fyrilestrarhaldari og granskari. Hann er stovnari av Ocean Cluster, Sjávarklassin, í Reykjavík. Sjávarklassin er eitt martimt íverksetarahús har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur, eru samlaðar fyri at skapa størri virði innan martimu vinnuna.
Tummas Justinussen, reiðari og stovnari av Skansi Offshore, fer at hugleiða um lívið sum íverkseti og vinnulívsmaður.
Síðsti røðari verður Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.