Omanfyri nevndu mál, og fleiri við, eiga øll at loysast á ein virðiligan hátt, um vit skulu ganga fullveldisleiðina. Og tað skulu vit!
Tí hesin peikifingur ? ella ávaring ? til okkara menn í landstýri og løgtingi. Kanska tað er farið at øra fyri okkara háttvirda løgtingsformanni, nú hann eyðsýniliga er settur í eitt starv, sum tykist vera ov stórt fyri hansara format. Men øll hini í okkara fullveldissamgongu mugu nú fara undir at brúka tað, tey í vøggugávu fingu millum oyruni!
At fara undir nýtt løgtingshús fyri 70 milliónir ? í hvussu so er ? er ikki bara ørskapur sæð frá einum humanistiskum sjónarmiðið; tað er eisini klokkureint politiskt-taktiskt sjálvmorð!
Undanførslurnar við at hetta er gomul løgtingssamtykt, halda ikki. Nú má vit og skil nýtast. Serliga júst nú!
Setið so handan løgtingsformannin upp á pláss, og latið okkum koma víðari á fullveldisleið!
Jens Chr. Carlsson
í hesum málið talsmaður teirra mongu