Árskifti

Richard Danielsen
-------

Nú eru vit so aftur farin um eitt árskifti, vit kunnu hyggja aftur á árið, ið fór, sum vit nú kenna, men ikki kendu tann 1. Januar 2011. Aftur hava vit byrja eitt nýtt ár, sum er okkum ókent. Vit kenna ikki, hvat ið man fara at møta okkum hetta árið. Hugsanin um at farið einsamallur av stað, er ikki til at halda út, men í trúnni á Jesus Kristus, frelsara okkara, kunnu vit stíga hvørt ókent stig inn í framtíðina, vitandi at hann er við og leiðir okkum. Tað er tryggari enn, hjá t. d. einum barni, sum lítur órædd á pápa sín, sum leiðir tað eina fyri barninum ókenda leið. Í Sálmi 32,8 stendur:
“Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær.” (Dahls týðing)
Tað er gott at kenna skapara sín, sum frelsara eisini, tá kann ein ganga óræddur frameftir, lat so koma hvat ið vil, enntá um deyðin skuldi komið, hetta óhugnaliga, sum eingin av okkum dámar at hugsa um. Men ein annar sálmur sigur soleiðis:
Tí hesin Gud er Gud okkara í aldur og ævir - Hann skal leiða okkum um deyðan. Sálmur 48,15.
Paulus sigur soleiðis:
“...Hansara, sum gjørdi deyðan til einkis og við evangeliinum førdi fram í ljósið lív og óforgeingiligleika; 2. Tim. 1,10.”
Ta er gott, at eiga hetta sjálvur og kunna bera hendan boðskap til okkara kæru og til øll menniskju, sum vilja taka ímóti Jesusi sum frelsara sínum.
Ein lítil plægar at vera her hjá okkum viðhvørt, og so plaga vit at fara ein túr í býin báðir. Tá ið vit ganga framvið minnisvarðanum av Victor Danielsen, sigur hann ofta okkurt, við tað at hann veit, at hatta er pápi mín. Ein dagin vit fóru framvið, sigur hann á sínum barnamáli: “Er pápi tín doyggjaður?” “Ja,” segði eg. “Hví?” Vildi hann hava at vita. “Jú tað skulu vit øll, vit skulu øll doyggja einaferð”, svaraði eg, men tá var tað gott at hava hesa fullu vissuna í vónini og kunna leggja avtrat, “Um vit trúgva á Jesus, so doyggja vit ikki ordiliga, men fara bara upp til Jesus.” Og tað var sum søtur tónleikur at hoyra henda bert fýra ára gamla drongin svara: “Eg trúgvi á Jesus.”
Nú vit eru farin inn í 2012, vil eg ynskja øllum lesarum hjá Sosialinum eitt av Harranum signað nýggjár. Eisini vil eg takka leiðsluni á Sosialinum fyri, at teir hava einar opnar dyr fyri orði Guds í hesum blaði, sum so nógv verður lisið. Eg biði signing Guds yvir tykkum í nýggja árinum og altíð.