Um slakar tvær vikur verður aftur hol sett á eitt nýtt skúlaár. Tá lata dyrnar á teimum ymsu miðnámsskúlunum hurðarnar upp fyri bæði spildurnýggjum og gomlum næmingum.
Á Studentaskúlanum á Kambsdali hevur gingið aftur á bakka, hvat næmingatalið viðvíkur seinastu árini. Men í ár er hetta talið vaksið fyri fyrstu ferð.
? Í ár byrja vit við einum fullum matematiskum flokki, einum fullum málsligum flokki og einum flokki, sum er hálvur málsligur og hálvur matematiskur, sigur Sámal í Skorini, rektari á Studentaskúlanum á Kambsdali.
? Ein hálvur matematiskur og málsligur flokkur vil siga, at næmingarnir hava felagslærugreinarnar saman, meðan serlærugreinarnar, sum matematik, fysik, kemi, biologi og annað, verður undirvíst í hvør sær.
Hetta er fyrstu ferð roynt verður at hava ein hálvan flokk av matematikarum og málslingum á henda hátt, so í veruleikanum, so byrjar hálvur fjórði flokkurin á Kambsdali eftir summarfrítíðina.
Góðar tíðir
Rektarin á Kambsdali metir, at tær góðu tíðirnar hava við sær, at tey ungu ikki tíma í skúla. Eftir 10 ár í fólkaskúlanum velja tey heldur at fáa sær arbeiði, har tey kunnu forvinna pening.
? Ein ung genta kann fara við eitt nú Næraberg og forvinna upp í 25-30.000 krónur, og tað kann vera meira dragandi enn aftur at seta seg á skúlabonk. Eisini vísir tað seg, at teir ungu dreingirnir fara í læru ístaðin fyri at koma í skúla, sigur Sámal í Skorini.
Men hetta er eitt afturvendandi mynstur, heldur rektarin. Tá tíðirnar eru góðar, er tómligt í skúlanum, og tá tíðirnar eru verri, er fult á skúlanum.
Sámal í Skorini sigur, at talið á næmingum er ikki fallið orsakað av skúlanum í Hoydølum. Tað kundi annars verið, at valt varð heldur at fara í skúla í høvuðsstaðnum enn úti á bygd.
? Reglurnar eru greiðar fyri hesum. Um tú býrt til dømis á Eiði, og søkir inn í Hoydølum, so sleppur tú rætt og slætt ikki inn, so hetta er ikki grundin til, at næmingatalið hevur verið fallandið.
? Handilsskúlin gevur heilt vist eisini harða kapping, og tú hevur kanska lagt til merkis, at vit leggja meira orku í at lýsa við skúlanum um várið áðrenn søkjast skal, greiðir Sámal í Skorini frá.
Men hann vísir á, at høvuðsstaðurin er ofta nógv meira dragandi enn eitt næstan at kalla oyðimarkarøki sum Kambsdalur.
? Tað vísir seg ofta, at har nógv fólk eru frammanundan, har flyta meira fólk til. Fólk leita eftir fólki. Uppgávan hjá okkum er so at royna at skapa nakað, sum er áhugavert. At skapa eitt skúlaumhvørvið, sum er áhugavert fyri næmingarnar, og tað kann vera eitt sindur trupult á einum so óbygdum øki sum Kambsdalur. Tá tú gongur í skúla í Havn, so ert tú næstan mitt í býnum.
Men sjálvur heldur Sámal, at tað hevði ikki hjálpt at flutt skúlan til eitt meira bygt økið. Hann vísir á, at tað hevði nyttað lítið, at flutt skúlan til Leirvíkar ella Syðrugøtu. Tað hevði skulað verið eitt av størru plássunum, sum eitt nú Runavík.
Fast samband skapar møguleikar
Sámal í Skorini metir, at fasta sambandi um Leirvíksfjørð er sera spennandi, hvat skúlanum viðvíkur.
? Tann dagin vit fáa fast samband við Klaksvíkina er spennandi at síggja, hvat so hendir. Hetta kann hava við sær, at næmingatalið veksur, men tað kann eisini vera, at næmingatalið minkar, tí í Klaksvík er jú tekniskur skúli og HF. Henda spurningin ber ikki so væl til at svara uppá enn, men tað kemur tíðin at vísa, hvat hetta fer at hava við sær á skúlaøkinum.
? Eg giti eisini, at eysturoyingar fara ikki at vera so skjótir at fara á Landssjúkrahúsið, men minst líka nógvir fara at leita sær til Klaksvíkar, sigur hann í stuttari síðuviðmerking.
Men fasta sambandið fer heilt vist at hava fyrimunir fyri klaksvíkingar, ið leita sær á Studentaskúla á Kambsdali. Seinastu árini hevur ferðasambandið verið keðiligt, og ofta hava næmingar verið noyddir at bíða í meira enn ein tíma á skúlanum áðrenn teir sleppa við bussi til Leirvíkar og síðani yvirum til Klaksvíkar.
Lærarar velja Havnina
Tað vísir seg, at stórur áhugi er fyri studentalærarastørvum í Havnini. Eini 70 umsóknir vóru til trý lærarastørv. Men á Kambsdali er áhugin verri enn so eins stórur.
? Vit hava nøkunlunda sama tal á størvum her á Kambsdali sum í Havn, og tá tey í Havn hava 70 umsøkjarar, hava vit bara 15, sigur Sámal í Skorini, og vísir aftur á tað, at Havnin er meira dragandi enn eitt útjaðaraøkið.
Harafturat lýsti Studentaskúlin á Kambsdali fýra størv leys, meðan tann í Hoydølum bert hevði trý. Men framvegis vóru nógv færri umsóknir til størvini á Kambsdali.
Men hóast lærarar ikki tíma so væl til Kambsdal, so verður farið undir nýggja skúlaárið við góðum treystið, og ikki nóg mikið við tí: Í heyst fyllir Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoynni 20 ár. Enn veit rektarin ikki, hvat ella um nakað verður gjørt burturúr, men tað kemur tíðin at vísa.