- Vit hava brúkt seinastu árini at finna ein nýggjan bul, og eg eri sannførdur um, at vit nú eru við at hava funnið liðið, ið fer at klára seg betur. Vit mugu ásanna, at vit ikki hava somu talent at arbeiða við, sum tey stóru londini hava. Hjá okkum ræður um at finna stríðsandan fram, og brúka hann.
Jens Martin Knudsen dylur ikki fyri, at tað verður eitt upplivilsi at vera við á síðulinjuni, tá Føroyar aftur skulu spæla móti Eysturríki.
- Ja, men fyri meg persónliga er tað meira týdningarmikið at fáa høvi til at geva burturav aftur av teimum royndum, sum eg havi fingið sum spælari, frá tí at føroyska kósin í altjóða fótbólti varð sett út í kortið fyrst í nítiárunum, og vit millum annað vunnu móti Eysturríki, sigur Jens Martin Knudsen.
Hann sær fram móti at arbeiða tættari saman við Jógvan Martin Olsen.
- Vit kennast. Eg var hjálparvenjari, tá Jógvan Martin vandi NSÍ, og eg havi stóra virðing fyri venjaranum og royndunum og vitanini hann hevur.
Hvussu leiklutirnir verða býttir, hava vit ikki tosað um, men eg veit, at Jógvan Martin er opin fyri nýhugsanum, og eg havi ætlanir um at seta mítt fingramerki á landsliðið.
- Tilfarið er til staðar til góð úrslit. Um eg ikki trúði upp á at landsliðið kann klára seg betur, enn vit hava gjørt í seinastu undankapping, hevði eg ikki skrivað undir avtaluna. Eg verði stórliga bilsin, um vit ikki um tvey ár kunnu vera munandi meira nøgd við úrslitið, enn vit vóru, tá seinasta kapping var av, sigur Jens Martin Knudsen við football.fo.