Ársskiftið 2008/2009: Nú hevur Nemesis rakt danska statskassan

Tíðargrein:

Jarðarknøttur okkara gongur í síni ringrás rundan um sólina, og hvørja ferð gott og væl 365 samdøgur eru farin, er hann komin runt. Eitt ár er tá aftur farið í tíðarinnar hav. Soleiðis eisini í ár. Á midnátt 31. des­emb­er 2008 skiftu vit til 2009. Hetta verður markerað um allan heimin, og flest øll gera sær meira og minni sínar tankar og hugleiðingar um tað kenda farna og tað enn ókenda komandi.

 

 

Serliga verður lurtað eftir tí, sum fremstu fólk í sam­felagnum siga og meta, og fjøl­miðlarnir bera hesar meting­ar víðari og viðgera tær, bæði rósandi og atfinningar­samt. Eisini í okkara landi fer hendan prosessin fram. Politiski leið­ar­in, løgmaður, heldur sína nýárs­røðu, og hinir leiðarnir hava sínar viðmerkingar.

Sum eg havi roynt at fylgja við tí, ið sagt hevur verið, kom eg at hugsa um ein nýggjárs­morgun fyri mongum árum síðani. Tað var meðan heims­bardagin leikaði í, og útlitini fyri heimin, sum forbløddi undir hesum umstøðum, vóru ikki tey allarbestu. Eg fór hend­an morgunin oman til ommu og abba í Steinagøtu at ynskja gott nýggjár. Omma, sum tá hevði nøkulunda sama aldur, sum eg havi nú, kom brosandi ímóti mær, og ynskti ommusoninum eitt gott nýggjár, og so segði hon hesi orðini, sum eg enn minnist: ”Hvør skuldi trú, at eg skuldi uppliva 1945”. Hon gjørdi sær sínar tankar um alt, sum fór fram í heiminum, bæði heima og úti, men í hesum orðum lá ein farri av takksemi um at vera til og at kunna vera ímillum síni kæru.

 

 

Løgmaður helt eftir míni uppfatan eina røðu av teim­um frægu. Hann leit bæði aftur­eftir og frameftir. Hann royndi at taka saman um og bar heils­anir og góðynski fram. Soleiðis eigur ein nýggjársrøða at vera. Hon skal ikki fara alt ov mikið í dýpdina og niður í smálutir. Tað eru umstøður til tað í øðrum førum undir polit­iskum orða­skiftum. Tað er stór­ur munur á eini løgmansrøðu á nýggjárum og eini løgmansrøðu á ólav­søku. Ólavskurøðan er eitt polit­iskt dokument, sum skal hava eina serliga viðgerð á tingi.

 

 

Harfyri verða tó týdning­ar­mestu viðurskiftini, sum uppi eru í tíðini, tikin við og umrødd í sambandi við eitt ársskifti. Eitt, sum flest allir viðmerkjarar hava mett um og umrøtt, er tann búskaparkrepp­an, sum sær út til at hava rakt allan heimin. Virðisbræva­markn­aðir, bankar, virkir, privat húsar­hald, statskassar, alt sær út til at verða rakt av kreppuni. Flestu halda, at byrjanin er at finna í USA fyri síðani at spjaða seg víðari. Ein búskap­ar­kreppa kann hava so nógvar ymiskar orsøkir og kann vera meira ella minni víttfevnandi. Nøkur samfeløg sleppa eisini betur burturúr enn onnur. Men her sleppur næstan eingin snikka­leysur, sjálvt um onnur samfeløg verða rakt serliga hart.

 

 

Eitt er tó heilt vist, at tann samfelagssektor, sum harð­ast er raktur, og sum er orsøk til ólukkuna á øðrum samfelags­økjum, er bankasektorin. Sjálvt um einstøku bankarnir, hvør í sínum landi, eru ymiskliga fyri, so verða bankarnir í orða­skift­inum nevndir undir einum. Í USA er ein banki farin fyri og annar eftir. Í Danmark eru fleiri bankar farnir av knóranum. Í nógvum londum er skipað fyri sokallaðum “hjálparpakkum” og øðrum serskipanum fyri at bjarga einstøkum bankum ella bankasektorinum sum heild. Higartil er eydnast so nøku­lunda at bjarga bankaskipan­unum. Men bert nøkulunda. Í nýmótans samfelagnum hava bankarnir alstóran týdning. Men ikki fyri sína egnu skuld, men tí teir eru økonomiska lívæðrin hjá bæði virkjum, íleggjarum og privatfólki. Í Danmark var ein “bankapakki” samtyktur fyri nøkrum vikum síðani. Hetta varð gjørt fyri at ikki alt peningarensli í sam­felagnum skuldi steðga. Danska stjórnin er í ferð við at seta saman ein “bankapakka” aftur­at, sum er uppaftur meira umfatandi. Orsøkin er tann, at sum umstøðurnar eru í løtuni er næstan ógjørligt hjá vanligum virkjum og borgarum at fáa vanlig neyðug lán og aðra fígging til sítt virksemi. Bank­arnir eru stórt sæð farnir í koma, og húsagangir síggjast manga staðni. Hetta kann stjórnin sjálvandi ikki bara hyggja at, tí arbeiðsloysið økist og kreppan versnar. Sagt verður tí frá politiskari síðu, at bank­ar­nir skulu fáa tilførdan ein lik­viditet uppá ca. 100 milliardir krónur, ikki til bankarnar at goyma, men til at læna út aftur til kundarnar. So fæst at síggja, um hetta fer at virka.

 

 

Í Føroyum sær eisini út til, at bankarnir eru heilt upp­steðgaðir. Tað ljóðar, at før­oysku bankarnir eru væl fyri, eisini við likviditeti. Men kortini siga teir beint fram, at teir vilja heldur verja likvidi­tetin og ikki veita fígging til nýggj projektir ella nýggjar kundar, men bert sum frægast fjálga um teir gomlu kundarnar. Hetta seinasta skal sjálvandi gerast, men framlítandi virk­semi skal eisini fremjast. Ann­ars koma vit aftur – og eru helst longu komin – í ta støðu, sum vit vóru í í 1992/93, tá føroysku bankarnir hildu uppat at virka. Ja støðan er helst uppaftur verri, tí tá vóru tveir spari­kass­ar, sum í ein vissan mun hildu fram við virkseminum. Nú sær tað út til, at allir peninga­stovnarnir føra sama politikk.

 

 

Tá eg nú komi inn á hetta, kann eg ikki lata vera við at gera eina sammeting. Í 1992 fann danska “Færøgruppen” fram til, at føroyingar skuldu tvingast til at fremja nøkur tiltøk, sum teir høvdu funnið uppá. Tá vit føroyingar høvdu aðra uppfatan, vildu teir fram­provokera eina skjótari kreppu, og hetta gjørdu teir við at koma Sjóvinnubankan í størri trupul­leikar enn neyðugt. Harvið steðg­aðu teir einum av sam­felagshjólunum, og tað hevði so víðari fylgjur út í samfelagið. Føroyski Lands­kassin mátti so út í tung og trupul tiltøk, men hóast eina pínufulla gongd, so komu vit sum samfelag sum frá leið burtur úr tí.

 

 

Nú hevur Nemesis í ávísan mun rakt danska stats­kassan. Teir skulu nú helst útvega um leið 100 milliardir, umframt fyrra bankapakkan, fyri at bjarga danska samfelagnum undan kollapsi. Vónandi eydnast tað, so teir ikki koma út í sama slag av kreppu, sum Føroyar vóru í fyri 14-16 árum síðani. Vónandi fáa eisini føroysku peninga­stovn­arnir sín part av hesum lánum, um tað er neyðugt, so fígging­artrupulleikar ikki steðga tí annars positivu búskapargongd, sum føroyska samfelagið hevur havt seinastu árini.

 

 

Hallið á føroysku fíggj­ar­lógini fyri 2009 hevur eisini verið nógv umrøtt. Hetta einsamalt skaðar tó ikki so nógv. Hinvegin er tað fram­haldandi vinnuligur og vinnu­skapandi aktivitetur, sum skal minka um hetta hall í framtíðini og ikki skattahækkingar. Slíkar vilja bert gera støðuna verri. Ein møguligur bústaðarskattur, sjálvt um hann kemur sum skattaumlegging, vil eisini gera, at stígur kemur í økonomiska framgongd og vøkstur.

Annars er at gleðast um, at Føroyar hóast alt eru væl betur fyri búskaparliga, enn vit vóru í byrjanini av 1990unum.

 

 

---------

 

 

Fakta um Jógvan Sundstein

1970 Valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi. Afturvaldur í 1974.

1978 Valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoyar valdømi.

1981-1985 Løgtingsformaður.

1989-1991 Føroya Løgmaður.

1991-1993 Landsstýrsmaður í fíggjarmálum.

Jógvan Sundsten gavst í politikki á løgtingsvalinum í 1994, tá hann ikki stilllaði uppaftur.

Í 2004 fluttu Jógvan Sundsten og konan Lydia til Danmarkar at búgva, har børnini tey trý børnini eisini búgva.