Ársverkini umborð á okkara fiskiskipum eru skiftandi

Tað eru framvegis línuskipini, sum hava nógv tey flestu ársverkini. Á øðrum plássi fyri 2004 hava verksmiðjutrolararnir nú yvirhálað partrolararnar, men munurin er lítil

Fiskivinna

Seinastu fimm árini hevur ein ávís broyting verið í talinum yvir ársverk umborð á okkara fiskiskipum, men øll árini frá 2000 til og við ár 2004 eru tað línuskipini, sum hava nógv tey flestu ársverkini.
Á øðrum plássi eru verksmiðjutrolararnir, sum liggja beint frammanfyri partrolararnar, ið annars hava ligið á øðrum plássi øll árini til og við 2003.
Í 2004 eru 195 ársverk umborð á verksmiðjutrolarunum og 192 umborð á partrolarunum.
Sambært roknskapargreiningini hjá grannskoðarafelagnum, Rasmussen & Weihe, hevur samlaða talið av ársverkum árini 2000 til 2004 annars verið hetta:
1.174 (2000), 1.211 (2001), 1.151 (2002), 1.179 (2003) og 1.141 (2004).
Ársverkini í 2004 býta seg soleiðis millum skipabólkarnar:
Línuskip (294), verksmiðjutrolarar (195), partrolarar (192), lemmatrolarar (125), pelagisk skip (101), onnur skip (100), garnaskip (69) og rækjuskip (66).
Samanlagt gevur hetta soleiðis 1.141 ársverk í 2004.

Rækjuskipini
síggjast aftur
Ársverkini minkaðu lutfalsliga nógv frá 2001 til 2002, og serliga stór var minkingin hjá rækjuskipunum.
Samlaða minkingin frá 2001 til 2002 broyttist til ein vøkstur frá 2002 til 2003, men síðan aftur til eina minking frá 2003 til 2004 upp á stívliga 3%.
Havast skal í huga, at eini 10 skip, sum eru størri enn 110 brt., eru ikki við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe, eitt nú tí, at tey ikki hava latið inn roknskap, tí talan er um kommanditfelag ella, tí skip eru løgd. Haraftrat eru ídnaðartrolararnir, Atlantsfarið, Norðbúgvin og Sheanne, ikki við.
Annars eru flest øll fiskiskip, sum eru størri enn 110 brt. ella hava eina maskinorku, sum er størri enn 400 hk., við í greiningini.
Samlaða talið av skipum, sum eru við, er: 92 (2000), 93 (2001), 88 (2002), 90 (2003) og 85 (2004).
Útróðrarflotin er ikki við í greiningini.