Arbeiðsmarknaður
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum halda tey, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er ov illa skipaðu, og hetta hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag fleiri ferðir ført fram. Lagt verður aftrat, at arbeiðssteðgurin hesar seinastu dagarnar, prógvar týðiliga hesa støðu.
- Hósdagin fyri eini viku síðan fingu vit so aftur ein arbeiðssteðg. Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið kundu ikki koma ásamt um nýggjan sáttmála. Arbeiðið varð niðurlagt frá tíma til tíma. Freistin hjá virkjum og privatpersónum at fyrireika seg var eingin. Um undantøk skulu gerast frá arbeiðssteðginum, er heldur ikki nakað, sum partarnir hava tosað um. Hetta verður ikki tikið upp, fyrrenn tað í veruleikanum er ov seint og alt gerst ein samráðingarspurningur.
Á heimasíðuni verður sagt, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er av tí áskoðan, at neyðugt er at fáa ein meira skipaðan arbeiðsmarknað í Føroyum.
- Nýggj semingslóg eigur at verða dagførd. Hetta er alneyðugt, soleiðis at hon er betur egnað til at fáa semju í lag, tá partarnir ikki megna tað. Millum annað eigur ein regla at verða, sum sigur, at verkfall/verkbann ikki kann verða sett í verk fyrrenn t.d. eina viku aftaná, at semingsroyndin er miseydnað.
Lagt verður aftrat, at tað ofta eru nakrir heilt fáir lyklapersónar innan hvørt avtaluøki, sum kunnu leggja føroyska samfelagið lamið, mest sum hvørja ferð, sáttmálasamráðingar eru.
- Hetta ber stutt sagt ikki til. Einki framkomið samfelag kann liva við, at stórir partar av landinum vera avskornir, og at alt virksemi steðgar upp eisini virksemi, sum als ikki er partur av verkfallinum, siga tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.