- Flutningurin úr Suðuroynni er um at koyra púra fastur, og at nýggj ferðaætlan kemur í gildi í næstu viku, loysir ongar trupulleikar, vísir Henrik Old, tingmaður á.
Við nýggju ætlanini verða nakrar tíðir fluttar, men Henrik Old metir, at hesar einamest eru til gangs fyri teir, ið flyta fisk víðari úr Havnini.
Longi hevur verið víst á, at fiskavirkini í Suðuroynni eru fyri vanbýti, og at tey eru fyri ovurhonds stórum trupulleikum í samband við farmaflutning til og úr oynni.
- Neyðugt er at fáa eitt skip, nakað sum Claymur, sum kann taka fiska- og farmaflutningin frá Smyrli. So kann Smyril aftur taka sær av bilum og fólki, sum hann gjørdi fyri nøkrum árum síðani, og sum upprunaliga endamálið var, vísir Henrik Old á.
Hann sigur, at nú er einki skil á leiðini, siglt verður ongantíð til ásettu tíð, og fólk og farmur er hvørt um annað, og nýggja ferðaætlanin loysir ikki trupulleikan.
Annar trupulleiki er, at tá fólk fara á ferð hampuliga ílatin, í góðum klæðum, so skal fartast millum farm og fiskaflutning.
- Ein má hava eyka klæðir við, sigur Henrik Old, ið ikki metir, at umstøðurnar eru at bjóða ferðafólki í dag.
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Bilar standa eftir í dagavís
Tað er eingin loyna, at ferðaleiðin til Suðuroyar er serstøk og ikki ber til at siga, sum á so mongum øðrum leiðum, at slepst ikki við hesaferð, so ber til at taka næsta túr, tí hesin er ofta eitt hálvt ella heilt samdøgur seinni.
- Tað er í heilum, at bilar standa eftir. Skírishóskvøld stóðu 30 bilar eftir á bryggjuni og næsti túrur var ikki fyrr enn hálvtannað samdøgur seinni, vísur Henrik Old á.
- Strandferðslan praktiserar, at skipið liggur í minst tveir tímar, so manningin er leys av skipinum. Hetta er fyri at spara pening og fyri at halda lógina um hvíld. Sjálvsagt er hetta ein trupulleiki. Byrjað verður t.d. ofta ov seint at koyra umborð, sigur Henrik Old, sum ikki so sjáldan er millum ferðafólkini, ið bíðar, meðan farmur verður avgreiddur.<o:p></o:p>
Hann vísur á, at eitt skip til farmin er ein loysn. Onnur loysn er eyka manning til Smyril, ið so kundi siglt við fiski og farmi um náttina. Hetta krevur ikki so stóra manning, men tað er neyvan endalig loysn uppá trupuleikan.
Men hugsanin um eitt skip at taka sær av farminum liggur honum nærri.
- Skipið skuldi siglt bæði á Vág og Tvøroyri, so virkini í oynni eru javntstillaði, sigur Henrik Old, ið eisini vísir á, at t.d. saltfiskavirkini eru verri fyri, enn onnur, tí tey fáa ikki flutningsendurgjald, tá avskipað verður.
- Trupulleikin hjá bæði ferðandi og hjá fiskaframleiðarum í dag er, at eingin veit, hvussu verður, um tað slepst við, ella um seinkingar eru, sigur Henrik Old.
Hann vísur á, at hann hevur alla virðing fyri teimum, ið sita og royna at snikka eina ferðaætlan saman, men at hesi sita við einum óloysiligum trupulleika, verða ikki álvarslig stig tikin at loysa trupulleikan.
<o:p></o:p>
Positivur trupulleiki
Frammi hevur verið, at trupulleikarnir eru loystir, men Henrik Old er ikki samdur.
- Smyril-Line fær t.d. ikki sínar bingjuvognar suður við Smyrli, tí hann er og lágur. Talan er eisini um, at bingjur skulu báðar vegir, sjálvsagt, bæði tómar og fullar, tí fiskur verður eisini keyptur á uppboðsøluni í Runavík, til tilvirkingar í Suðuroynni. Henrik Old metir tó, at hetta er ein positivur trupulleiki, men harvið eisini ein uppgáva, ið skal loysast. Nógv virksemi er og harvið nógvur flutningur.
- Í summar letur virkið í Hvalba upp aftur, so flutningurin er vaksandi. Hetta er ein positivur trupulleiki, ein stuttleiki, men sanniliga eisini ein trupulleiki, ið má loysast, sigur Henrik Old.
<o:p></o:p>
Teistin varð seldur er orsøkin
Og suðuroyartingmaðurin er ivaleysur, tá hann vísur á, at trupulleikin stavar frá søluni av Teistanum.
- Hetta botnar í, at Teistin varð seldur. Virkini í oynni nýttust tá Teistin sigldi ikki at senda fiskin til Havnar, fyri at senda av landinum, tí siglt varð beinleiðis úr Suðuroynni og til Skotlands. Júst tá sølan fór fram var ikki so nógvur fiskur, men vit eru ikki komin úr hesum trupulleikanum enn, sigur Henrik Old.
- Hendir nakað við Smyrli, so fær tað katastrofalar fylgjur. Bæði fyri ferðafólkaflutningin, men sanniliga eisini fyri fiskaflutningin. Og alt kann væntast, tí talan er um eitt 30 ára gamalt skip, sigur Henrik Old.
Hann vísur á, at varð annað skip sett at taka sær av farminum, so kundi skipið eisini tikið sær av øðrum leiðum, t.d. um Leirvíksfjørð, so lætt kundið verið um trýstið har, tá á stendur.
Men at talan er um ein trupulleika, ið ikki verður loystur við nýggju ferðaætlanini, er Henrik Old vísur í, og hann vísur á, at nú tíðinar eru góðar, kann eisini væntast, at fólk ferðast meira summarhálvuna, so neyðugt verður við tiltøkum á leiðini um Suðuroyarfjørð.