Tann níggju ára gamli Ruben, ið var tann einasti, sum slapp livandi frá flogvanlukkuni í Libya, veit ikki, hví hann er á sjúkrahúsi. Hann sigur við niðurlendska blaðið Telegraaf, sum er sloppið at tosa við hann í telefon, at hann vil sleppa til hús.
Ruben van Assouw hevur framvegis ikki fingið at vita, at foreldrini og 11 ára gamli beiggi hansara doyðu í vanlukkuni.
-Eg eiti Ruben og eri úr Niðurlondum. Eg havi tað gott, men havi ilt í beinunum. Eg eri á sjúkrahúsinum. Her er ein maður og fleiri kvinnur. Eg veit ikki, hvussu eg eri komin higar, og eg veit ikki meiri. Eg vil sleppa til hús, sigur tann níggju ára gamli Ruben við blaðið.