Rubin hvat

Tey fæstu mundu so frægt sum minnast navnið, fyrr enn í gjárkvøldið. Men við útisigri á verjandi meistarunum langaði russiska Rubin Kazan sítt navn í europisku fótbóltssøgubøkurnar

Fótbóltur

Eingin ivi er um, hvør stóra sensatiónin var í Champions League í gjárkvøldið.
Barcelona eru verjandi meistarar, og í sponsku liguni eru meistararnir byrjaðir í somu øði, sum teir gjørdu tað í fjør.
Men í gjár komu teir so syngjandi niður á jørðina. Dysturin var bara góðan minutt gamal, tá Ryazantzev langaði eitt dundurskot í spanska málið, og hóast Barcelona hevði yvirvág, so gekk striltið at sleppa framat russiska málinum.
Tað tóktist tó ganga rætta vegin, tá Zlatan Ibrahimovic skoraði beint eftir steðgin, men heldur ikki hetta var nóg mikið. Eitt stórt korter fyri leiklok skapti Gokdeniz sensatiónina, og so munnu tey flestu kennast við Rubin Kazan.

Full ferð á
Rubin Kazan er søgan um eitt lítið felag, sum brádliga er byrjað at spæla millum tey stóru.
Fram til 1997 livdi felagið eina tilverju millum tey trið- og fjórðbestu í Russlandi. Og tað eru bara seks ár síðani, at liðið fyri fyrstu ferð spældi í bestu russisku deildini, og við einum bronsumerki staðfestu teir alt fyri eitt, at teir ikki ætlaðu sær einki.
Næsta árið gekst einki serligt, men síðani tá hevur Rubin Kazan støðugt verið partur av oddastríðnum, og í fjør gav hetta úrslit, tá teir vunnu sítt fyrsta russiska meistaraheiti. Eitt bragd, sum ikki verður minni, tá hugsað verður um, at talan bert er um triðja meistaran, sum ikki er úr Moskva.
Í Europa hevur tó gingið minni væl. Í 2004 varð ligið varð liðið sligið út longu í næsta undankappingarumfarinum. Í 2006 komu teir eitt umfar longur, og í Intertoto í 2007 komu teir ikki víðari úr bólkaspælinum.
Sum russiskir meistarar komu teir tó beinleiðis í bólkaspælið í Champions League, og her hevur so sanniliga bragdað. Fyrsta dystin taptu teir á útivølli móti Dynamo Kiev, men síðani hevur talan verið um heiðurligan javnleik móti Inter fyri síðani at skapa sensatiónina í gjár.

---

Fakta
Úrslitini í gjár
Bólkur E
Debrecen-Fiorentina 3-4
Liverpool-Lyon 1-2

Bólkur F
Barcelona-Rubin Kazan 1-2
Inter-Dynamo Kiev 2-2

Bólkur G
Rangers-Unirea Urziceni 1-4
Stuttgart-Sevilla 1-3

Bólkur H
Alkmaar-Arsenal 1-1
Olympiakos-Standard Liege 2-1

Dystir í kvøld
Bólkur A
Bordeaux-Bayern München
Juventus-Maccabi Haifa

Bólkur B
CSKA Moskva-Manchester United (TV2 Sport)
Wolfsburg-Besiktas

Bólkur C
Zürich-Marseille
Real Madrid-AC Milan (3+)

Bólkur D
Chelsea-Atlético Madrid (TV2 Sport)
Porto-Apoel Nicosia