Tað er sanniliga ikki á hvørjum degi, at órudd uttan úr rúmdini dettur niður á eina húsatekju á jørðini, men tað var júst tað, sum hendi í enska býnum Hull í síðstu viku. Í fyrstani hildu myndugleikarnir, at tað tvey kilo tunga málmpettið mundi vera av einum flogfari, sum hevði flogið uppi yvir húsunum.
Men kanningar hjá bretska flogvápninum avdúkaðu, at talan var um eitt petti av einum gomlum fylgisveini.
Bretska flogvápnið sigur, at smá petti av umleið 5.000 eldri og nýggjari fylgisveinum sveima í rúmdini.