Órudd í Snarskivuni

Hósdagin 9. oktober klokkan 16 letur Jórunn Dánialsdóttir upp myndlistaframsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu, ið er íblást av mynda- og greinarøð í Sosialinum

Myndlistarliga hevur Jórunn arbeitt við evninum rusk í náttúruni.

- Nú er so nógv frammi um at halda náttúruna reina. Býráðið hevur havt fleiri átøk at halda náttúrina reina og Sosialurin hevur undir heitinum ?Heimsins reinasta oyggjaland? haft hetta evni á breddanum í summar. Alt hetta hevur inspirerað meg,? sigur Jórun.

Umleið 20 málningar verða við á framsýningini. Umframt rusk í náttúruni eru eisini onnur myndaevni, sum Jórunn arbeiðir við.

Høvið verður at síggja tær umleið 20 myndirnar hjá Jórunn fram til 3. november.

Undan Jórunn, hevur Astrid Andreasen sýnt fram fiskamyndir í Snarskivuni. Eftir at framsýningin hjá Jórunn er tikin niður, fer eitt annað føroyskt myndlistafólk at sýna fram í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu.

Øll eru vælkomin til ein drekkamnunn, tá framsýningin letur upp hósdagin klokkan 16, eins og at njóta myndlistina, tá Snarskivan er opin kl 9-16, hósdagar tó kl 9-18. Leygardag og sunnudag er ikki opið.

Rúmsátta, ljósa og hugnaliga hølið verður nýtt at sýna fram myndlist, har mong føroysk listafólk hava sýnt fram, síðani Snarskivan læt upp í 2000. Ein skilagóð sameining av kommunalari tænastu og listaskála, har listin hittir borgaran á alfaravegi.

Kelda: www.torshavn.fo