– Endamálið er at slóða fyri, at onkur kann fara undir okkurt serligt byggjarí í Nólsoy.
Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum.
Í hesum sambandi arbeiðir Tórshavnar Býráð nú fyri at broyta byggisamtyktina í Nólsoy. Talan er um økið framvið sjónum, oman fyri gamla flakavirkið.
Í løtuni er alt tað økið sett av til vinnuligt endamál, men nú er ætlanin at broyta byggisamtyktina, og at seta tað av til bústaðarøki.
– Vit fáa ikki brúk fyri økinum til nakað vinnuligt virksemi og samstundis er byggilendi í Nólsoy avmarkað, sigur Bogi Andreasen.
Tí er ætlanin at seta hetta økið av til byggilendi, men tað verður ikki kommunan sjálv, sum fer at byggja.
– Vit hugsa heldur um at bjóða øki út, kanska fáa eina hugskotskapping fyri at fáa fólk at hugsa um okkurt serligt byggjarí, sigur Bogi Andreasen.
Tosað hevur eisini verið um at gera eitt ovasavn í Nólsoy og Bogi Andreasen sigur, at eitt hugskot kundi verið at samansjóða tað við eitthvørt byggjarí á hesum økinum.
Men Bogi Andreasen sigur, at áðrenn nakað verður gjørt, verður spurningurin tikin upp við nólsoyingar fyri at vita, hvørja áskoðan tey hava um hesi viðurskiftini.