Ruddað varð við bryggjuna fram við Kósavirkinum. Vinnukavarar svumu fram við bryggjuni og festu endar í dekkini. Síðan tók Brimil dekkini upp á land, og Klaksvíkar Havn hevur átikið sær at beina dekkini burtur. Tá dekkini vóru tald upp, vóru 108 gomul lastbiladekk komin upp.
Karl Johansen, borgarstjóri, var eisini á staðnum. Hann fegast um at arbeiðið er gjørt, tí órudd á havbotninum er sera dálkandi, og kann gera skaða á skip.
##med2##