Sunset-kappingin
Tá liðini hittust í Vestmanna í fyrsta landskappingardystinum, gjørdist talan annars um ein munandi meira spennandi dyst, enn tey flestu høvdu roknað við. Ta ferðina vann Neistin tepurt við trimum málum, eftir at VÍF leingi hevði havt gott tak á. Og ta søguna vildi Neisin ikki hava aftur mikudagin.
Frá byrjan settu tær bláu seg væl og virðiliga á dystin, og tó at Ioana Rápa royndi at fylgja við í málskjótingini, so megnaði hon ikki heilt at fylgja hesum. Og tá Neistin so eisini setti skotsterka lámin út av spælinum, var ikki nógv eftir at gera hjá VÍF. Tær bláu togaðu seg alt meira frá, og sum seinni hálvleikur leið, gjørdist talan mest sum um stórsigur.
Hesin hevur í fyrstu atløgu flutt Neistan ájavnt við Stjørnuna í oddinum á stigatalvuni, tó at tær bláu hava ein dyst fleiri.
VÍF er við tapinum framvegis á fimta plássi í kappingini.
Fakta um dystin
Neistin-VÍF 28-17 (12-7)
Málskjúttar
Neistin: Ása á Neystabø 8, Mildrið Jacobsen 6, Nicoleta Radu Hansen 5, Annika Ljósstein 4(1), Kára á Dunga 2, Annika Thomsen 1, Rakul Augustinussen 1, Gunnvá Brockie 1
VÍF: Ioana Rápa 5(1), Finngerð Jensen 4, Sóley Mikkelsen 3, Jacklin Durhuus 2, Fríða Marjunardóttir 1
Brotskøst: Neistin 2, VÍF 2
Útvísingar: Ongar
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel Dahl