Ruðuleiki í Suðuroynni um ætlaða eftirskúlan

Tað má vera avtalað spæl millum tveir borgarstjórar, heldur fyrrverandi limur í eftirskúlanevndini.

Hví er ætlaða eftirskúlabyggingin flutt úr Hvalba til Drelnes, og er heimildin í ordan? Hesir báðir spurningar hava eina ørgrynnu av ymiskum svørum, um tú spyrt borgarstjórar og bygdaráðslimir í Suðuroynni. 

 

Trygvi Gudmundsson, borgarstjóri í Hvalba gongur á odda fyri at flyta eftirskúlan á Drelnes, og í Vikuskiftis Sosialinum í dag, greiðir hann frá orsøkini. 

 

Men Martin í Nesi, bygdaráðslimur í Hvalba er alt annað enn fegin um støðuna, og krevur nærri viðgerð av málinum, meðan Ásbjørn Djurhuus, fyrrverandi limur í eftirskúlanevndini og fyrrverandi formaður í Kommunufelagnum sigur, at tað má vera avtalað spæl millum Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri og Trygva Gudmundsson, borgarstjóra í Hvalba. 

 

Les meira um ruðuleikan í samband við eftirskúlan, í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð.