Ruku úr steypakappingini

Eingin føroyingur var á vøllinum, tá ið FH Hafnarfjørður í gjár reyk úr steypakappingini.

FH Hafnarfjørður, sum hevur føroysku landsliðsleikararnar, Gunnar Nielsen og Sonna Ragnar Nattestad á lønarlistanum, er ikki longur við í íslendsku steypakappingini.


Tað er greitt, eftir at felagið í gjár heldur óvæntað tapti fjórðingsfinaluna á útivølli ímóti Keflavík, sum spælir í næstbestu deildini. Dysturin endaði við 0-0-javnleiki, men í brotssparkskappingini var heimaliðið stinnari og vann 4-2.


Ein skaddur Gunnar Nielsen var ikki partur av hópinum hjá FH Hafnarfirði. Sonni Ragnar Nattestad var við, men hann sat á beinkinum allan dystin. Leggjast skal afturat, at FH spardi fleiri av stuðulsleikarunum.


Enn eru nakrar vikur til íslendska landskappingin byrjar. FH Hafnarfjørður skal í fyrsta umfari á vitjan hjá Thrótti Reykjavík. Hesin dysturin verður 1. mei.