Føroyingarnir megnaðu at halda tætt í næstan ein tíma av HM-dystinum ímóti Rumenia á Tórsvølli í kvøld.
Langt hevur verið ímillum stóru rumensku kjansirnar, men eftir 59 minuttir eydnaðist gestunum at skora.
Tað var Razvan Cocis, sum skoraði við einum góðum, fløtum skoti av brotsteigarmarkinum.
Tríggjar minuttir eftir hálvleikssteðgin var ein rumenskur verjuspælari vístur av vøllinum, tí hann rendi albogan í andlitið á Jákup á Borg.