Rumenar ov sterkir

Rumenia-Føroyar 36-23 (17-11)

 

Føroyska liðið tapti greitt fyrra dystin móti Rumenia, og uttan at taka ov rívan til, var hetta helst tað, sum roknast kundi við.

Mongu áskoðararnir í høllini á Hálsi fingu tó fleiri høvi at fegnast um lið sítt, tí hóast greitt við undirlutan, so gav føroyska liðið ongantíð skarvin yvir, men stríddust teir allir fyri somu søk.

Fyrstu løtuna settu rumenar øgiliga ferð á, men sum hálvleikurin leið, fingu føroyingar nógv betri fatur á mótstøðuni. Kanska partvíst tí hesir settu ferðina niður, men eisini tí okkara leikarar høvdu dirvi til at taka dystin uttan alt ov stórt hóvasták.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki sá einki serligt út, og vandi tóktist vera fyri rættiligum stórtapi. Føroysku leikararnir fótaðu sær tó enn einaferð, og endin av dystinum sýndi enn einaferð, at vit eiga eitt landslið, sum væl kann koma at standa mát við avrikini í sjeyti- og áttatiárunum. Serliga um hugsað verður um, at mótstøðan tá var nakað minni, tí kappingin tá varð býtt í styrkisbólkar.

Seinni dysturin verður í Høllini í Vestmanna, og einki er at ivast í, at bæði vestmenningar og aðrir føroyingar fara mansterkir at stuðla landsliðið. Tað eiga teir so uppiborið eftir fyrstu rættiligu styrkisroyndina.


Føroyskir málskjúttar:

Sámal Joensen 5, Ingi Olsen 4, Bjarni Wardum 4(2), Martin Hummeland 3, Halgir Dahl Olesen 2, Janus Einar Sørensen 2, Marius Joensen 2, Johnny Joensen 1