Á fólkaatkvøðu í Rumeina um vikuskiftið verður gjørt av, um orðini um hjúnabandið í grundlógini skulu broytast.
Kynsligir minnilutar í Rumenia óttast, at ein hurð verður latin aftur, tá tað í dag og í morgin verður fólkaatkvøða. Tað snýr seg um orð í grundlógini um familju og hjúnaband.
Tað er ikki bara við ótta. Amnesty International og bólkar í ES finnast at fólkaatkvøðuni.
– Um tú ikki fert á val, so kunnu tveir menn fáa møguleikan at ættleiða barn títt, stendur á eini plakat í býnum Timosoara frá ja-fólkunum.
Hjúnaband millum fólk av sama kyni eru loyvd í helmingini av teimum 28 limalondunum í ES.
Í dag ger rumenska grundlógin greitt, at hjúnaband er millum »hjúnafelagar«. Men á fólkaatkvøðuni skulu veljarar taka støðu til eina nágreining: At eitt hjúnaband bara er millum »ein mann og eina kvinnu«.
– Persónliga føli eg, at tey royna at gera okkum til annanfloksborgarar, sigur 18 ára gamla Cosmin Olteanu við AFP. Hann er lesandi í býnum Bacau.
Samkynd óttast, at fólkaatkvøðan fer at gera eitt meira ótolsamt samfelag. Har sonevnd kristin og konservativ virði fáa serrættindi. At tað er støðan hjá Rumenia í ES, sum er upp á spæl.
Ummælarar minna á, at hesi kristnu og konservativu viðri longu hava serrættindi í øðrum eysturevropiskum londum við einaveldskendum hugrákum.
Fólkaatkvøðan verður fyriskipað, eftir at felagsskapurin »Samgongan fyri familjuna« í 2016 savnaði tríggjar milliónir undirskriftir til tess at hoyra fólksins rødd.
Allir flokkar uttan ein stuðla fólkaatkvøðuni. Fleiri flokkar eru eisini samdir í allýsingini, at eitt hjúnaband er millum mann og kvinnu. Ortodoksa kirkjan stuðlar eisini heilhjartað fólkaatkøvðuni.
Ráðandi javnaðarflokkurin í Rumenia hevur verið varin við at velja síður.
– Hendan fólkaatkvøðan er ikki vend ímóti kynsligum minnilutum, sissar forsætisráðharrin, Viorica Dancila.
Fólkaatkvøðan er ógyldug, um færri enn 30 prosent av veljarunum atkøvða.
/ritzau/