Rumenar í trongum skóm

Eftir skelkin og lúsingin móti Litava leygardagin er tað eitt meira enn vanliga tendrað rumenskt landslið, sum vitjar á Tórsvølli

Fótbóltur

 

Helst mest óvæntaða úrslitið í europiska partinum av HM-undankappingini kom í Bucharest, har Rumenia tók ímóti Litava.

Við málum frá Marius Stankevicus, Saulius Mikoliunas og Mindaugas Kalonas eydnaðist nevnliga Litava at vinna ein sensationellan 3-0 sigur, sum eftir fyrsta umfarið sendir Litava á oddasessin í bólkinum, meðan Rumenia er aftasta liðið við einum málmuni, sum er verri enn tann føroyski!

 

Skaddir lyklaspælarar

Hóast tað ikki verður nýtt sum nøkur umbering fyri tapið, so mátti rumenski venjarin, Victor Piturca, vera tríggjar av týdningarmestu spælarum sínum fyri uttan. Adrian Mutu er í løtuni skaddur, og heldur ikki vóru Christian Chivu, Razvan Rat ella Florentin Petre tøkir hjá venjaranum, og tað verða teir heldur ikki mikukvøldið á Tórsvølli.

Men fyri tað er eingin ivi um, at talan verður um eina serstakliga trupla uppgávu hjá føroyska liðnum.

- Vit spældu illa í kvøld, men veruleikin er, at av og á koma slíkir dystir fyri hjá einum og hvørjum liði, var stuttorðaða viðmerkingin, sum Piturca hevði til miðlarnar eftir tapið leygardagin.

Frá fleiri síðum varð roknað við, at stórtapið kundi kostað venjaranum høvdið, men tað hevur tað so ikki gjørt enn. Og hann er til reiðar at stýra skútuni á beint, tá rumenar í annaðkvøld fara á Tórsvøll.

Men trýstið er ovurstórt. Tapið á heimavølli ger, at rumenar longu nú standa í truplari støðu í royndunum at vinna seg til endaspælið, og á Tórsvølli er sigurin eitt krav. Og helst skal tað verða ein stórsigur, so fólkið í heimlandinum kann blíðkast nakað.