Skála?B68
Jóannes Hansen
Síðsti dysturin í níggjunda leikumfarinum verður spældur í kvøld. B68 spældi í Intertoto Cup leygardagin. Tí var dysturin hjá teimum á Skála útsettur til í kvøld.
Skála hevur bara tvey stig. Teir hava ikki vunnið í átta teimum fyrstu umførunum. Tí er neyðugt hjá teimum at fáa stig burturúr í kvøld.
Kári Nielsen hevur gingið á høkjum síðani hóskvøldið, tá hann varð skaddur undir venjing. Pauli Hansen er framvegis so mikið skaddur, at hann fær ikki vant, og Rúni Rasmussen er leikbannaður eftir útvísingina á Tvøroyri.
Øll viðurskifti kring teir tríggjar rumenarnar eru komin upp á pláss nú. Spurningurin er so, um Mathias Davidsen fer at geva teimum møguleikan í kvøld. Allir sleppa neyvan at royna seg, men tað er møguligt, at miðvallarin og álopsmaðurin sleppa upp í part. So fæst at síggja hvør dugur er í teimum.
Hjá B68 er neyðugt at fáa øll stigini, um teir framvegis skulu vera við í kappingini um fremstu plássini. Tá B68 var á Skála í bólkaumfarinum í steypakappingini, vunnu toftamenn 3?0.
Øssur Hansen var ikki við í Intertoto Cup dystinum, men hann verður við í kvøld. Í B68 hópinum er ein nýggjur maður í kvøld. Hann eitur Morten Skytte. Talan er um 23 gamla sonin hjá venjaranum, sum er í Føroyum í summarfrí. Hann hevur seinastu árini spælt við Glostrup FK í 2. deild. Har hevur hann fyri tað mesta verið í verjuni. Morten verður kortini ikki gamal á Toftum, tí hann skal heilt skjótt av landinum aftur.