Í desember í 1989 var ógvusligur 10 daga langur uppreistur í Rumenia, sum førdi við sær, at harðrendi kommunistiski leiðari, Nicolae Ceausescu noyddist frá valdinum.
Í dag hátíðarheldur Rumenia soleiðis 30 ára haldið fyri landsins fólkaræði.
Mótmælini byrjaðu í 1989 í býnum Timisoara í vestara parti av landinum og breiddi seg hagani til høvuðsstaðin Bukarest.
Tað hevði við sær, at Nicolae Ceausescu mátti flýggja úr høvuðsstaðnum tann 22. desember.
Ceausescu og kona hansara, Elena, vórðu síðani handtikin, og tey vórðu bæði avrættað 25. desember. Fleiri enn 1.000 fólk doyðu undir mótmælunum – áðrenn og uppundir deyða Ceausescu.
Longu 15. desember byrjaði hátíðarhaldið við eini friðargongu gjøgnum Timisoara.
Hundraðtals rumenar gingu til ta kirkjuna, har presturin Laszlo Tokes í 1989 varð koyrdur úr starvi, eftir at hava funnist at Ceausescu.
Tað var burturvísingin av prestinum, sum setti ferð á mótmælini, sum í síðsta enda førdi við sær at kommunistiska stýrið fall, eftir at Jarntjaldið varð farið at rivna longu sama um várið sama ár.
– Eg hevði ikki ímyndað mær, at fólk fóru at taka við míni áheitan. At tey vildu koma til kirkju mína og vísa sína samkenslu, sigur presturin Laszlo Tokes, sum nú er 67 ár.
– Hesin samhugi mentist til eina mótmælisrørslu ímóti kommunistiska stýrinum.
Á eini minnistalvu í kirkjuni stendur bæði á rumenskum, ungarskum, týskum og serbiskum, sum eru tey mál, ið verða talað í Timisoara: »Kolveltingini, sum endaði einaræðið, byrjaði her«.
Undir firðargonguni síðsta sunnudag endurljóðaði 30 ára gamla herrópið aftur í gøtunum. »Í dag í Timisoara, í morgin í øllum landinum«.
/ritzau/AFP