HONDBÓLTUR
Tað var ikki nógv í fyrra hálvleiki á Skála, ið bendi á, at talan var um føroyameistararnar og liðið, ið endaði á fimta plássi síðsta vetur, ið spældu. StÍF fylgdi væl við Tjaldri, umframt at stríðsviljin fekk tað at røkka langt fyrsta hálva tíman. Tjaldur, ið hevur hópin av góðum skjúttum, fekk ikki avgerandi gjøgnumbrotini, og hinvegin lá rímiliga væl fyri hjá StÍF at fáa mál burtur úr sínum royndum.
Kortini sóu áskoðararnir helst við einum varhuga av, at tað bara var ein spurningur um tíð, tí á liðnum hjá Tjaldri eru tríggir rumenskir úrmælingar, ið fyrr ella seinni plaga at finna vegin til meskarnar hjá mótstøðuliðnum. So varð eisini hesa ferð, og longu í byrjanini á seinna hálvleiki fór munurin at økjast.
Adina Petrea, ið er ein støðug skothóttan næstan allastaðni á vøllinum, gekk enn eina ferð undan, og við fýra málum á rað fyrstu fimm minuttirnar í seinna hálvleiki skjeyt hon Tjaldur fimm mál fram um StÍF, og tá gjørdist bitin ov stórur hjá strandakvinnum, sum ikki í seinna hálvleiki megnaðu at halda spælið á sama stigi sum í fyrra.
Tá avtornaði, vístu rumensku spælararnir hjá Tjaldri seg at gera góðan mun, tí av teimum 29 málunum áttu tær rumensku tey 25. Nýggi bakkurin, Cornelia Rimbu, tykist finna seg alsamt betur til rættis á liðnum, har Marinela Patru ofta byrjar tingini úti á vonginum, tí hon dregur tveir og onkuntíð tríggjar mótspælarar til sín, áðrenn spælt verður inn til hinar, ið so eru tað leysari.