Oljuvirksemið er av álvara byrjað í Runavík, har føroyska oljuútgerðarhavnin er.
25.900 bruttoregistertons stóra Havila Charisma var fríggjadagin fyrsta veitingarskipið, ið varð lastað í Runavík. Arbeiðið gekk av tí besta, og fríggjakvøldið kundi skipið loysa frá útgerðarhavnini og seta kós móti boripallinum, Suvereign Explorer, har vørurnar komu umborð leygarkvøldið.
Eitt tons um minuttin
Uppgávan hjá Atlantic Supply Base fríggjadagin var at lasta Havila Charisma við vøru og útgerð, harímillum 40 tons av Bentonite, ið er eitt slag av sementi, ið verður brúkt í boriholum.
Eli Lassen, sum starvast hjá Atlantic Supply Base, sigur, at arbeiðið at lasta hetta fyrsta veitingarskipið gekk so mikið væl, at teir lastaðu eitt tons um minuttin. Hetta er skjótari enn miðal í slíkum arbeiði, greiðir hann frá.
Eisini dagligi leiðarin fyri P/F Havborg Supply Service, sum rekur veitingarskipið, Havila Charisma, er væl nøgdur.
? Tað gekk skjótt og væl at lasta skipið. Sjálvsagt vóru onkrir smálutir, ið greiða skuldi fáast á, sum tað altíð er, tá tú fert undir okkurt nýtt. Men kortini var eingin trupulleiki, sigur Hans Albert Hansen, dagligur leiðari hjá P/F Havborg Supply Service.
Fjóðra skipið komið
Hóast Suvereign Explorer ikki meira enn júst hevur sett borin í føroysku undirgrundina, hava longu fýra skip havt ørindi í útgerðarhavnini í Runavík.
Fyrsta skipið vitjaði longu áðrenn Havila Charisma. Talan var tá um »stand by« skipið Havila Clever, sum føroyska felagið P/F Havborg Supply Service eisini rekur saman við norska felagnum.
Havila Clever vitjaði aftur í gjár útgerðarhavnina, tá tað skuldi skifta manning og taka 4 tangar av brennievni til tyrlur, ið skal goymast sum neyðgoymsla úti á boripallinum. Og seinnapartin í gjár kom norska veitingarskipið, Vidar Viking inn til Atlantic Supply Base eftir 100 slengrum við mati og ørðum vørum til boripallin.
Arbeiðið í útgerðarhavnini fer fram í tøttum samstarvi millum fleiri feløg. Sjálva útgerðarhavnina rekur Atlantic Supply Base, meðan Skipafelagið tekur sær av at lasta skipini, ið koma inn í havnina.