Runavíkar kommuna fer nú undir at skifta graslíkið á fótbóltsvallunum á Skála og í Runavík.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri og Óli Ludvig, stjóri í pitch.fo, skrivaðu seinnapartin fríggjadagin undir avtalu um veitan av tveimum Greenfields vallum.
Pitch.fo umboðar Unisport. Umboð fyri Unisport koma til Føroya í næstum at skifta vallirnar, og verða teir báðir skiftir nú í summarsteðginum.
- Vallirnir, sum verða skiftir út, eru nakrir av teimum seinastu við gomlu svørtu gummiinnfyllingini, og var tað tí ein treyt hjá kommununi, at nýggju valllirnir fingu grøna gummiinnfylling, sigur Runvíkar kommuna.
Býráðið fegnast um, at vallirnir nú loksins verða skiftir og vónar, at dagføringin verður til gagns fyri fótbóltin á Skála og í Runavík.