Jólamánaðin vignaðist framúr væl hjá Runavíkar kommunu. Fyribilsskattauppgerðin vísir, at tað runnu 10,32 prosent fleiri krónur í kommunukassan, enn tað gjørdu sama mánað í 2017. Tað svarar til 1.420.010 krónur í meiri inntøku.
Ongantíð áður hevur skattainntøkan hjá Runavíkar kommunu verið so stór ein mánað, sum hon var í desember 2018.
Størsta inntøkan fram til desember var desember í 2016, tá ið inntøkan var eina stóra millión lægri, enn hon var sama mánað í fjør.
Hóast stóra vøksturin í desember, so var samantaldi vøksturin í skattainntøkunum í Runavíkar kommunu í fjør undir miðal fyri allar kommunurnar, tá ið sammett verður við 2017. Miðalvøksturin var 4,17 prosent, meðan hann í Runavík var 2,82 prosent.
Samlaða skattainntøkan í Runavíkar kommunu í 2018 var 155.866.870 krónur. Meirinntøkan var 4.272.824 krónur.
Størsti lutfalsligi vøksturin í kommununum kring Skálafjørðin var í fjør í Sjóvar kommunu. Har var lutfalsligi vøksturin fyri alt árið 10,31 prosent sammett við 2017. Í desember var vøksturin 4,83 prosent.
Samlaða skattainntøkan í Sjóvar kommunu var í 2018 37.332.660 krónur. Meirinntøkan var 3.489.496 krónur.
Í Nes kommunu var skattainntøkan í fjør 2,92 prosent hægri, enn hon var í 2017. Í desember var vøksturin -1,48 prosent. Tað vil siga, at tað runnu 62.693 færri skattakrónur í kassan á Toftum í desember 2018, enn tað gjørdu í 2017.
Samlaða skattainntøkan í Nes kommunu í 2018 var 45.771.641 krónur. Meirinntøkan var 1.296.505 krónur.