Tað er nú greitt hvørji skulu møtast í hálvfinaluni í Firmakappingini - Spurnarkappingini - hjá FM1 aftaná 17-16 sigurin hjá Runavíkar kommunu á Svend Krosstein, og 18-15 sigurin hjá Bygma Balslev á Faroe Express í undanhálvfinalunum.
Hálvfinala fríggjadagin 6. mars:
Klokkan 14.10: Runavíkar Kommuna - Bygma Balslev. Bæði liðini hava klárað seg væl higartil, so lagt er upp til eina sera spennandi hálvfinalu í morgin.
Hálvfinala fríggjadagin 13. mars:
Klokkan 14.10: SPEKT - TRYGD
Finalan verður fríggjadagin 20. mars klokkan 14.15.
Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.