Runavíkingar vundu burtur úr sumbingum á Krossinum

Fótbóltur: NSÍ átti dystin á Krossinum við húð og hár og kundi við eitt sindur meira hepni vunnið nógv meir

Undan leikumfarinum hetta vikuskiftið vóru tað TB og Sumba, sum lógu niðast í fyrstu deild hjá monnum og tað gera tey enn, men tey bæði Suðuroyarliðini hava nú býtt um pláss, soleiðis at tað nú er Sumba, sum liggur allar niðast.

Tó so, teir liggja ájavnt við tvørámenn í stigum og ÍF er bert tað eina stigið frammanfyri, men tað er tungt at reisa seg, tá ein hevur tapt 6-1 og so á heimavølli enntá.


Óhepna byrjan

Byrjanin av dystinum á Krossinum í Sumba var tó ikki so heilt ring kortini.

Í fyrsta minuttinum av dystinum hevði NSÍ eina næska roynd, sum sumbingar tó fingu vart fyri. Teir fóru í mótálop og Jóan Lisberg varð sendur avstað.

Hann setti beina kós móti málinum og tá hann kom inn í brotsteigin knallaði hann til.

Men, sum tað so ofta er hjá liðum, sum hava mótgang, so rakti bólturin trýkantsamankomingina og fór út av vøllinum.

Tað gekk ikki so long tíð áðrenn runavíkingar rættuliga fótaðu sær, tí tað vóru bert 15 minuttir farnir tá NSÍ legði seg á odda við einum málið, sum danski leikarin Kasper L. Jacobsen gjørdi.


Sumbingar við aftur

Nú var sumbingum greitt, at skuldu teir hava nakað burtur úr dystinum, so var neyðugt at fáa skil á spæli.

Og tað eydnaðist. Sumba kláraði at halda tørn tað sum eftir var av fyrra hálvleiki og gott og væl tað.

Tí tá góðir 43 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki fingu sumbingar eitt fríspark stutt uttanfyri brotsteigin hjá NSÍ.

Danski leikarin hjá Sumba, sum tað sum farið var av dystinum næstan einki hevði fingið burturúr, varð settur at skjóta og tað gjørdi hann væl.

Hann lyfti upp um NSÍ-múrin og í málið. Á vegnum inn rakti bólturin ein av NSÍ-arunum og snýtti málmannin, men tað er eisini ein máti at gera mál uppá.

Nú var 1-1 og hálvleikur og tískil sá alt bjartari út hjá sumbingum.


Stokkutur hiti

Men tað var lítil uggi. Tí hóast tað gekk eitt korter áðrenn NSÍ aftur kom framum í dystinum, so høvdu runavíkingar alt spælið og teir trýstu sumbingar í botn.

Triðja málið í dystinum átti NSÍ - teir áttu tað sum eftir var - og tað kom tá 13 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Hesaferð var tað verjuleikarin Sjúrður Jacobsen, sum átti seinasta fótin á bóltinum.

Hetta er annað málið hjá Sjúrða og hann hevur skotið tey bæði á útivølli.

Longu tveir minuttir seinni var aftur galið hjá sumbingum og nú var túrurin komin til Eyðstein Skipanes.

Hann skjeyt bóltin í málið tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki.


Sumbingar flatir

Henda yvirskrift skal ikki misskiljast so, at sumbingar eru klænkaðir ella smælri um herðarnar enn teir vóru, men tá NSÍ fekk sítt næsta mál, var útselt hjá sumbingum.

Teir vóru púra flatir.

Konditiónin er út av lagið vánalig og teir halda ikki nær í námind av einum heilum dysti í tí tempo, sum NSÍ legði fyri dagin á Krossinum.

NSÍ gjørdi akkurát sum teimum lysti og sumbingar vóru hepnir at runavíkingar vóru so skjøtisleysir framman fyri málinum.

Høvdu NSÍ-ararnir kent sína vitjunartíð, kundi støðan verði bæði 6 og 7-1 tá 60 minuttir vóru farnir.


Ungt fólk

Spælið hjá Sumba hongur slett ikki saman og ein av frágreiðingunum er óiva tann, at nógvir av spælarunum arbeiða og búleikast í Havn gerandisdagarnar og tí fær liðið ikki vant saman nóg ofta.

Spurningurin um ítrótt og arbeiði er altíð nakað, sum er torført at fáa eitt endaligt svar uppá, men sum støðan er í Sumba í løtuni, so má álvarsligt spurnartekin setast við, um teir hava nakað at gera í fyrstu deild yvirhøvur.

Tað er sjálvsagt gott klárað av so lítlari bygd at hava lið í fyrstu deild, men av tí at nógv av fólkinum er ungt, so skal lítið til áðrenn teir missa mótið, og tað sær út til at vera væl á veg nú, verður sagt úr Sumba.

Onkrir einstakir góðir spælarar eru, sum klára seg væl, men tað er verri enn so nóg mikið til at kunna halda seg í fyrstu deild.


NSÍ gjørdi bart

Tá NSÍ nú hevði fingið tvey mál uppá tveir minuttir smokkaði alt spæl saman hjá sumbingum og NSÍ-ararnir sunnu teir bæði sundur og saman.

Men kortini gekk næstan eitt korter áðrenn NSÍ fekk næsta málið.

Mortan Hansen, sum júst er komin aftur úr summarfrí hevði bert verið á vøllinum í tríggjar minuttir tá hann legði NSÍ fram um 4-1.

Henda støðan helt sær í til tríggir minuttir vóru eftir av dystinum.

Tá fekk Kári Hansen ein møguleika at leggja NSÍ fram um 5-1 og hann svíkti ikki álitið.

Nú skuldi ein trúð, at runavíkingar høvdu fingið nóg mikið, men so var ikki.

NSÍ fekk ein møguleika afturat og aftur hesaferð var tað Mortan Hansen sum var upp á spæl, tá hann skoraði til 6-1 tá 89 minuttir vóru farnir.


? Lættur sigur

Í Runavík eru menn sjálvsagt fegnir um dystin og sjálvsagt gleðast teir um sigurin. Men teir staðfesta samstundis, at hetta var ein lættur sigur.

? Sumbingar vóru alt ov illa fyri. Teir kláraðu so dánt at fylgja við í fyrra hálvleiki, men teir mistu púra takið í seinna hálvleiki.

? Venjingarstøðan hjá teimum er út av lagið vánalig og vit kundu gera sum vit vildu, verður sagt úr Runavík.

NSÍ liggur nú rættuliga trygt á fjórða plássi.

VB, sum er næsta liðið, hevur bert 19 stig, meðan NSÍ hevur 24. Omanfyri teir liggja B36 og KÍ við 28 stigum og tað er tann vegin NSÍ hyggur. Teir vilja óiva fegnir hava fatur í einum av plaseringunum, sum gevur luttøku í eini av europeisku kappingunum.

Og sum støðan er í løtuni, við bert fýra dystum eftir at leika, so sær bjart út hjá fjarbúgvunum.