Runavík bjóðar Havnini av við havnarútbygging

Í Runavík ætla tey sær eisini undir eina sera stóra havnarútbygging, eins og Tórshavnar kommuna ætlar.

Í Runavík ætla tey sær eisini undir eina risa stóra havnarútbygging, eins og Tórshavnar kommuna ætlar.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, boðar í morgun frá, at kommunan hevur ætlanir um at byggja út Runavíkar Havn við 80 fermetrum.

 

Umstøðurnar til orkudepilin í føroyskum vinnulívi gerast enn betur. Runavíkar kommuna hevur gjørt ætlan fyri at byggja 80.000 fermetrar av nýggjum øki til havna- og vinnuendamál, skrivar Magnus Rasmussen í morgun. Og hann sigur víðari:

 

– Samanspælið millum havnarlag og øki til vinnuna er sera umráðandi fyri nógv av virkseminum, sum fer fram við Skálafjørðin. Samstundis økist eftirspurningurin eftir tænastum frá Runavíkar Havn, eins og tørvurin á økjum til vinnufyritøkur, ið ynskja at liggja tætt við havnarøkið og tætt við býardepilin, økist.

 

Ætlanin í Runavík fevnir, umframt víddina uppá 80.000 fermetar, um 800 metrar av atløgusíðu við dýpi upp á 12-15 metrar. Eisini verður ein rampi, har stór ferðamannaskip og ferjur kunnu leggja at.

 

Fyrsti partur av útbyggingini verður samanbinding av Beta-bryggjuni og olju-brygguni, ið gevur 200 metrar av atløgusíðu. Hetta arbeiðið verður ætlandi gjørt í 2016 og 2017.

 

Magnus Rasmussen sigur, at arbeiðið verður gjørt í stigum komandi árini, so hvørt sum tilfar frá undirsjóvartunlinum verður tókt.

 

– Umframt hetta, so eru stórir møguleikar fyri útbygging á Skála- og í Søldarfirði, og hesum arbeiðir Runavíkar kommuna eisini við í løtuni, sigur hann.