Ein vitjan úr danska løgmálaráðnum hevur leingi verið á veg, og 17. apríl kl. 15 hittu vit í býráðssalinum departementstjóran Johan Kristian Legarth, ríkisløgregluovastan Thorkild Fogde, Nellu Festirstein úr okkara egna løgmálaráði og ríkisumboðsmannin Lene Moyell Johansen við fylgi.
Hetta skrivar runavik.fo.
Endamálið við túrinum var at fáa kunning um standin í Føroyum, táið tað snýr seg um brotsverk og skipað brotsverk. Upp ímóti hesum ynskti ferðalagið at fáa meiri at vita um, hvussu ein av teimum størru kommununum í landinum skipar ein politikk, sum gagnar ungdóminum. Hvussu raðfest verður í fíggjarætlanum og í verki, táið tað snýr seg um at nøkta tøvin hjá børnum og ungum soleiðis, at tey fáa verið positivt aktiv á so mongum mótum sum gjørligt.
Uppi at venda vóru dagstovnar, skúlar, fótbóltsvøllir, fimleikahøll, hondbóltshøllir, Gula smiðja, komandi svimjihøll, Spjaldrið og so tað stóra ósjálvsøkna arbeiðið, sum gjørt verður í 17 ítróttarfeløgum og hartil í samkomuhúsum kring um í kommununi. Eyðvitað eru avbjóðingar her í kommununi sum flestu aðrar staðir í Føroyum, eins og aðrar staðir í heiminum, men einasti mátin at møta teimum, avbjóðingunum, man vera at raðfesta tilboðini til ungdómin. Sum borgarstjórin helt fyri: ”Tað eri eg sannførdur um, at allar kommunur her í landinum gera eftir førimuni.”
Guðmundur Joensen greiddi ferðalagnum frá royndunum í Gulu smiðju, - nú eitt ár er umliðið síðan virksemið byrjaði, skrivar runavik.fo.