Runavíkar kommuna vil fegin vera við til at stimbra lesigleðina og lesiførleikan hjá smærru borgarunum, samstundis ynskja starvsfólkini á bókasavninum, at bókasavnið skal vera ein náttúrligur og fastur táttur ígjøgnum alt lívið. Tí kunnu øll børn í Runavíkar kommunu, tá tey fylla 3 ár, koma á Bókasavnið við Løkin ella á Skála bókasavn at fáa eina bókagávu og eitt lánarakort.
Tað er ókeypis at gerast lánari á bókasavninum, og á bókasavninum greiða tey gleðiliga frá, hvat tey kunnu bjóða brúkarunum av bókasavninum.